Sorgarleikur í Ísrael í nátt

Í minsta lagi 45 vórðu troðkað til deyðis, tá ið tey hátíðarhildu Lag Ba'Omer í Norður Ísrael.

30. apríl 2021

Vanlukkan hendi, tá ið túsundtald fólk gingu oman gjøgnum ein trongan, brattan og hálan trappuskráa. Brádliga fór mannamúgvan á glið og nógv vórðu traðkað niður í ruðuleikanum, sum kom í.
Í minsta lagi 45 mistu lívið og 150 fingu skaða.
Í friðartíð er hetta er álvarsligasti sorgarleikur í Ísrael í nýggjar tíð. 

Benjamin Netanyahu forsætisráðharri bað Magen David Adom-bjargingarfólkið gera alt sum tilbar, at hjálpa.

"vit biðja eftir at tey særdu skjótt skulu koma fyri seg" segði Netanyahu, sum kom á staðið í morgun.

Jødiskur halgidagur.
Á fjallinum Mirron varð ein sera týðandi rabbinari, Shimon bar Yochai jarðaður í 2.øld. Har er nú minningarhaldið Lag BaOmer á hvørjum ári.
Tíggutúsundtals ortodoksir jødar, vóru savnaðir tá ið vanlukkan hendi.    

 

Kelda:  haaretz.com

https://www.haaretz.com/israel-news/dozens-injured-after-grandstand-collapse-in-northern-israel-1.9760719

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022