30 deyð í álopum í Gaza og Ísrael

Ísrael hevur víðkað álopið á Hamas, eftir at tvær ísraelskar kvinnur doyðu av rakettum úr økinum.

11. mai 2021

Myndin:  Royksúlur frá ísralsku loftálopunum á Hamas í Gazageiranum. - Foto: Mohammed Abed/Ritzau Scanpix

Bæði ísraelar og palstinar víðkaðu álopini í dag, tá ið minst 30 fólk doyðu í Gaza og í Ísrael.

Hernaðarfólk í Gaza søgdu, at tey høvdu sent yvir 400 rakettir móti Ísrael síðani gjárkvøldið, meðan Ísrael afturfyri leyp á 150 mál í Gaza sum hevnd, skrivar BBC.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, ávaraði um, at Hamas var farið um eina reyða linju við at senda rakettir ímóti Jerusalem fyri fyrstu ferð í nøkur ár.

Netanyahy hitti hernaðarleiðarar seinnapartin í dag, og hann boðaði frá, at Ísrael fer at økja álop á islamistiska Hamas, sum ræður í Gazageiranum. Tað var eftir, at tvær ísraelskar kvinnur doyðu av rakettum úr økinum.

Seinni á degnum datt eitt háhús í 13 hæddum saman í Gaza eftir eitt ísraelskt loftálop í gjárkvldið. Íbúgvarnir vóru ávaraðir um, at tey skuldu fara úr bygninginum. Tað var ógreitt, um har vóru deyð ella særd.

Hamas sendi síðani um 130 rakettir ímóti Tel Aviv sum hevnd.

Ísrael stongdi Ben Gurion Flogvøllin eftir álopið. Minst ein ísraeli varð særdur í Tel Aviv undir raketálopunum úr Gaza.

Heilsutænastan í Gaza sigur, at 26 fólk eru deyð síðani mánadagin. Millum tey deyður vóru níggju børn.

Í Frankaríki sigur ein talsmaður fyrst stjórnina í eini áheitan á ísraelska leiðaran, at valdsnýtslan eigur at vera lutfalslig.

– Vit siga ógvuliga greitt, at tað má vera lutfall í valdsnýtsluni frá ísraelsku myndugleikunum, sigur franski varauttanríkisráðharrin, Jean-Baptiste Lemoyne.

Bæði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, týski uttanríksiráðharrin, Heiko Maas, og bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, heita á ísraelar og palestinar til at dempa støðuna skjótast gjørligt.

Antony Blinken leggur tó afturat, at USA stuðlar rættinum hjá Ísrael at verja seg.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan segði í gjár í eini samrøðu við palestinskar leiðarar, at hann »vil mobilisera allan heimin fyri at steðga yvirganginum hjá Ísrael og hersetingarnar« á Vestara áarbakka.

Í Jerusalem hevur støðan verið spent síðani fríggjadagin, tá ið stríðsklædd ísraelsk løgregla brast saman við palestinar í sambandi við síðstu fríggjadagsbønina í heilaga føstumánaðinum hjá palestinum, Ramadan.

Tað hevur verið ófriður í býnum síðani 2017.

Kelda:
ritzau
BBC
in.fo   Eirikur Lindenskov   11.05.2021 (20:14)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022