MUSLIMSKIR SØGUFRØÐINGAR

MUSLIMSKIR SØGUFRØÐINGAR STAÐFESTA JØDISKU BONDINI TIL JERUSALEM. Ein nýggj bók, sum kom nú, frammanundan Jerusalemdegnum, vísir, hvussu muslimska frásøgnin um jødiska tilknýtið til Tempulfjallið er falsað.

13. mai 2021


Bókin, ”Islam and the Temple Mount” fer ivaleyst at elva til rok í muslimska heiminum. Hon leggur fram ein langan lista av gomlum Islamiskum keldum, sum staðfesta søguliga jødiska kravið til Jerusalem, mótvegis nútíðar átrúnaðarligum muslimskum søgufrøðingum, sum – sæð í ljósinum av tí arabiska-jødiska stríðnum – nokta, at jødar hava havt nakað sum helst samband við Tempulfjallið og tala fyri, at einki Jødiskt Tempul nakrantíð hevur verið á fjallinum.
45 ár eftir sameiningina av Jerusalem og ísraelskt yvirræði yvir gamla býarpartin, hevur professarin Yitzhak Reiter og hjálpari hansara, Dvir Dimant, granskað hetta muslimska uppáhaldið.
Sambart bókini, avnokta islamiskir leiðarar viðurkendar søgukeldur, ið fara aftur til 7. øld; nøkur áratíggju eftir deyða Muhammeds.
     Yitzhak Reiter og Dvir Dimant siga, at orsøkin til at Islam roknar Grundarsteinin, ið stendur í miðjuni av moskeini, sum heilagan, er tí at teir vistu, at templið stóð har.
     Muslimskar keldur endurgeva søguna, ferð eftir ferð, á sama hátt, eins og jødiskar keldur, nevniliga: at Salomon kongur bygdi fyrsta templið á Grundarsteinin - at Bábelski kongurin Nebukadnezar legði tað í oyði - útlegdina í Bábylon - at Persiski kongurin, Kýrus hin Stóri, gav jødunum loyvi at venda heimaftur til Jerusalem at endurbyggja templið - og at rómverski keisarin Titus, legði templið í oyði.
     Ikki bara staðfesta mest virdu søguskrivarar innan Islam, ta jødisku tíðarfestingina, men eisini leggja teir dent á, at orsøkin til at Tempulfjallið kom at verða heilagt innan Islam, var, at tað var mett at vera heilagt hjá jødunum. Hetta stavaði frá teirra sjónarmiði, at Islam var eitt framhald av jødadóminum, ættfaðirinum Abrahami og øðrum persónum í Skriftini.
     Teir báðir, Reiter, serfrøðingur í miðeystur Islam og Ísraelskum fróðskapi og Dimant, útbúgvin á Shalem Academic Center í Jerusalem og granskingarhjálpari á Truman Institute for Peace Research, leggja fram jødiskar og islamiskar keldur, lið um lið, og avdúka, at ikki ber til at avnokta líkleikan millum keldurnar.
     Bókin vísir eisini, at inntil Balfour yvirlýsingina í 1917 avnokta muslimskar keldur ikki jødiska tilknýtið til Jerusalem, men, at tær regluliga gera vart við og staðfesta tað. Men í 1967, í Seks daga krígnum, tá ið Ísrael fekk vald á gamla býarpartinum í Jerusalem, fekk søgan eitt annað ljóð og at avnokta jødiska tilknýtið til Tempulfjallið kom at vera meiri vanligt.
     Síðan tá hava muslimar vent tí umfatandi og ríku Islamisku søguskriving bakið, ið staðfestir Jødiska tilknýtið til Tempulfjallið.
     Í 11. øld umtalar Abu Bakr Muhammed ibn Ahmad al-Wasiti, sum var imamur í AL-Aqsa moskeini, hvussu Kong Salomon ikki fekk latið upp portur Tempulsins, men at tað eyðnaðist, tá ið hann í bøn nevndi navn faðir síns. Henda søgan er endurgivin, orð fyri orð, í tí Babylonisku Talmud.
     Í 14. øld, nevnir arabiski søguskrivarin Ibn Khaldun (og fleiri við honum) í sínum verki ”Muqaddimah”, at Kong Salomon bygdi Templið. Tá samsvaraðu tær muslimsku og jødisku keldurnar næstan altíð.

Kelda: Israel Hoyim

Seinastu tíðindi

Samráðingar slitnaðar
19. juni 2021
Fyrrver­andi stjóri í starvsliði Netanyahu fær nú valdið
13. juni 2021
Heilsaðu ísraelsku hondbóltspælarunum
07. juni 2021
Seinasta hetjan frá Auschwitz farin
07. juni 2021
Føroyar vunnu 29-25 á Ísrael
06. juni 2021
Lagnustund móti Ísrael
06. juni 2021
Tveir mans
03. juni 2021
Semja um nýggja stjórn í Ísrael ?
02. juni 2021