Vinnan til Ísraels

Vinnan til Ísraels við Jenisi - Í sambandi við, at Føroyar hava latið upp sendistovu í Ísrael, fyriskipar Uttanríkis- og Mentamálaráðið eina vinnuferð til Ísrael í døgunum 13.-19. oktober. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, luttekur á ferðini.

01. juni 2021

Tað sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið í fráboðan í dag.

Fyribils skrá fyri vinnuferðina er henda:

13. og 14. oktober vitjar ferðalagið í Tel Aviv. Á skránni í Tel Aviv er hátíðarhald á Sendistovu Føroya, í sambandi við at sendistovan er latin upp. Harumframt verða vinnu- og stovnsvitjanir á skrá. Endamálið við hesum vitjanum er at geva íblástur og vitan um vinnulívið í Ísrael.

Fríggjadag 15. oktober gongur leiðin til Jerusalem. Leygardagur er sabbatur og frídagur, og tá verður møguleiki fyri m.a. rundvísing í Jerusalem.

Sunnudagin, mánadagin og týsdagin fyrrapart, 17.-19. oktober, eru felags tiltøk og business-to-business fundir á skránni. Einstøku fyritøkurnar hava á business-to-business fundunum møguleika fyri at møtast við møguligum framtíðar kundum og samstarvsfeløgum í Ísrael.

Sendistovan í Tel Aviv vil fegin, fyri eitt minni gjald, bjóða føroysku fyritøkunum at finna fram viðkomandi ísraelskar fyritøkur, sum føroyskir luttakarar ynskja at møta og leggja til rættis fundir við hesar.

Ætlanin er, at ferðalagið flýgur beinleiðis úr Føroyum til Ísrael og aftur, treytað av nóg stórari luttøku til ferðina.

 

Kelda:  in.fo        Eirikur Lindenskov       31.05.2021 (14:31)

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022