Tveir mans

Tveir mans býta valdið í Ísrael millum sín og enda Netanyahu-skeiðið.

Forsætisráðharrasessurin skal býtast millum høgrapolitikaran Naftali Bennett og andstøðuleiðaran Yair Lapid.

03. juni 2021

Myndin:
Naftali Bennett (vinstrumegin) skal eftir ætlanini standa á odda fyri nýggjari savningarstjórn fyrstu tvey árini. Síðani skal 57 ára gamli Yari Lapid (høgrumegin) taka yvir. (Savnsmynd) - Foto: Ammar Awad/Reuters

Ísraelski andstøðuleiðarin Yair Lapid boðaði seint í gjárkvøldið forsetanum Reuven Rivlin frá, at hann hevði stuðul til at skipa stjórn við meiriluta av limunum í ísraelska tjóðartinginum Knesset.

Tað upplýsa bæði miðflokkurin hjá Lapid, Yesh Atid, og forsetin.

Í eini fráboðan frá forsetaskrivstovuni sæst, at forsætisráðharrasessurin verður býttur millum Yari Lapid og Naftali Bennett úr ísraelska høgraflokkinum Yamina.

Soleiðis skal 49 ára gamli Bennett eftir ætlan standa á odda fyri ísraelsku stjórnini fyrstu umleið tvey árini av embætisskeiðnum. Síðani skal 57 ára gamli Lapid taka yvir.

– "Tað er mær ein heiður at boða tær frá, at tað er eydnast mær at skipa eina stjórn", vóru boðini frá andstøðuleiðaranum til forsetan, sum ynskti Lapid tillukku í telefonini.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Frammanundan hevði ljóðað, at tað var eydnast Yair Lapid at sannføra Naftali Bennett at koma við í eina savningarstjórn við at bjóða honum at býta valdið.

Loysnin kom beint áðrenn freistin rann út á midnátt í gjárkvøldið.

Tað hendi, eftir at leiðarin í arabiskt-ísraelska flokkinum Raam, Mansour Abbas, fyrr í gjár hevði boðað frá, at hann var farin við í eina samgongu, sum vildi taka valdið frá Netanyahu.

Um savningarstjórnin verður samtykt í tjóðartinginum, verður Raam fyrsti arabiski flokkur sum verður partur av ísraelskari stjórn.

Við eini nýggjari savningastjórn upp á pláss merkir tað, at punktum er sett fyri 12-ára longum skeiði við konservativa Benjamin Netanyahu sum ísraelskur forsætisráðharri.

Blaðið The Times of Israel vísir tó á, at enn er ein avbjóðing við Nir Orbach, sum er tjóðartingslimur fyri flokkin hjá Bennett, Yamina.

Nir Orbach hevur hótt við at atkvøða ímóti nýggju stjórnini.

Hendir tað, so kann tað fáa stjórnarætlanina at fella saman, tá flokkunum tørva hvørja einastu atkvøðu, tá býtið í tinginum við teimum 120 sessunum í løtuni er 61-59.

Sambært ísraelska miðlinum hevur Yari Lapid gjørt avtalur við Arbeiðaraflokkin, borgarrættindaflokkin Meretz og tjóðskaparliga Ísrael Er Heim Okkara, sum er undir leiðslu av fyrrverandi uttanríkisráðharranum Avigdor Liberman.

Flokkarnir eru ógvuliga ymiskir, men hava tað í felag, at allir vilja sleppa av við Netanyahu.

– "Hendan stjórnin fer at arbeiða fyri allar landsins borgarar – bæði teimum, sum atkvøddu fyri stjórnini, og teimum, sum atkvøddu ímóti. Hon fer at góðataka mótstøðufólk og gera alt, sum hon kann, fyri at fáa semju og seta samband ímillum partar av ísraelska samfelagnum", skrivar Yair Lapid á Twitter.

Andstøðuleiðarin fekk 5. mai 28 dagar frá Reuven Rivlin forseta til at royna at skipa eina samgongustjórn.

Tað hendir, eftir at Benjamin Netanyahu ikki megnaði at savna nóg stóra undirtøku til eina nýggja stjórn eftir valið 23. mars.

Samgongan hevur nú eina viku til at fáa stjórnina góðkenda í tjóðartinginum.

/ritzau/

Kelda:  in.fo    Eirikur Lindenskov    03.06.2021 (05:34)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022