Føroyar vunnu 29-25 á Ísrael

Kvinnuhondbóltur: Føroyar vunnu 29-25 ímóti Ísrael. Tað merkir, at føroysku kvinnurnr eru víðari í kappingini, sum hevur verið millum Føroyar, Ísrael og Finnland í Føroyum hetta vikuskiftið.

06. juni 2021

Víðari í undankappingini skulu Føroyar møta Danmark, Rumenia og Eysturríki – har serliga tey fyrru eru klassalið. Tað verður fyrstu ferð, at føroyskar hondbóltskvinnur skulu møta donsku hondbóltskvinnunum – og heimadystirnir verða eisini í Føroyum, tí undantaksloyvi at nýta høllina á Hálsi í Havn er galdandi fyri alla kappingina.


Tað verður uttan iva nógv harðari móttøka, tá føroysku kvinnurnar skulu víðari í undankappingini.

Bára Hansen úr Kyndli var toppskjýttu við 7 málum. Hon skoraði 6 við brotskasti og eitt av strikuni.

Turið Arge Sameulsen skeyt 5 má, og Marianna Gerisdóttir Eystberg og Lív Poulsen skutu 4 mál.

 

Kelda:  in.fo     Eirikur Lindenskov      06.06.2021 (17:30)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022