HB í Ísrael

Maccabi Haifa er mótstøðuliðið hjá HB hósdagin 5. aug. 2021 kl. 18.00 í Conference League. HB-hópurin kom til Ísrael 3. aug.

04. august 2021

HB-hópurin er lendur í Tel Aviv, og fer nú undir seinastu fyrireikingarnar áðrenn Europa League Conference League-dystin hóskvøldið.

Dysturin verður ímóti Maccabi Haifa á Sammy Ofer leikvøllinum í býnum Haifa, sum er triðstørsti býurin í Ísrael við 281.000 íbúgvum.

Seinni dysturin verður í Gundadali hósdagin í næstu viku.

Dysturin millum Maccabi Haifa og HB byrjar klokkan 18 hóskvøldið.

(Mynd: Havnar Bótlfelag)

Kelda:  portal.fo  2021-08-03 20:52  SVERRI EGHOLM

-------------------------------------------------------------

in.fo skrivar:

20 túsund fara at hyggja at HB
Hitastigini eru eins mong í Haifa, sum tey vóru í Montenegro í síðstu viku

Tíðliga í morgun (3.aug.) lætti HB ferðalagið úr Vágum, og klokkan var næstan tíggju í kvøld, tá ið ferðalagið var á gistingarhúsinum í Haifa í Ísrael, har tey skulu halda til, nú HB fyrireikar seg at spæla í Cnoference League ímóti Maccabi Haifa F. C.


Ferðast verður við leiguflogfari, og tað varð millumlent at bunkra í Keypmannahavn og í Bulgaria.

Heimavøllurin hjá Maccabi Haifa eitur Sammy Ofer Stadion. Har er pláss fyri 30 túsund áskoðarum. Úr HB leguni frættist, at tað í dag vórðu seld 15 túsund atgongumerki, og at tað verður roknað við, at tað fara at vera umleið 20 túsund áskoðarar hóskvøldið.

Einasta venjingin hjá HB í Ísrael verður mikukvøldið klokkan 20 lokala tíð ella eitt samdøgur undan, at dysturin verður.

Tað eru 30 í HB ferðalagnum í Ísrael, og allir spælararnir, sum vóru tøkir í Montenegro, eru eisini á listanum í Ísrael.

Tá ið HB í síðstu viku var í Montenegro varð tosað um nógva hitan, sum varð roknaður ikki at vera HB til fyrimunar. Avrikið og úrslitið – HB vann 2-0 – vístu, at HB megnaði at halda høvdið kalt og standa seg væl, hóast tað vóru um 30 hitastig, tá ið dysturin varð spældur.

Í Haifa eru tað hesa vikuna omanfyri 30 hitastig um dagin og umleið 23 hitastig um náttina. Veðruforsøgnin sigur 31 stig hósdagin og 23 stig fríggjanáttina. Dysturin verður spældur klokkan 18 føroyska tíð, sum er klokkan 20 ísraelska tíð. Tá verður roknað við umleið 26 – 27 hitastigum.

Kelda:  in.fo       Jóannes Hansen      03.08.2021 (22:39)

Dagføring:
Dysturin endaði við 7 - 2 til ísraelska liðð.

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022