EVROPEISKIR JØDAR UMHUGSA AT FLYTA TIL ÍSRAELS

KANNING VÍSIR, AT 25% AV EVROPEISKU JØDUNUM UMHUGSA AT FLYTA TIL ÍSRAELS, ORSAKA AV JØDAHATRI (ANTISEMITISMU)

23. november 2021

Fjórði hvør evropeiskur jødi umhugsar at flyta, sigur blaðið Times of Israel.
     Talið 25% er júst tað sama sum síðst, tá ið American Jewish Joint Distribution Committee í 2018, spurdi evropeisk jødasamfeløg um hesi viðurskifti. Men, tað sum órógvar hesaferð, er, at fyri fyrstu ferð síðan 2008 liggur jødahatur fremst hjá teimum, ið svaraðu kanningini.
     Evropeiskir jødaleiðarar, serliga í vestur-Evropa, eru meir og meir ørkymlaðir av jødahatrinum og serliga ørkymlaðir um fátæktina og armóðina í teirra jødasamfeløgum. Tey stúra eisini um, at minni samband er millum jødasamfeløgini á evropeiska meginlandinum.
     Men, hóast tað, so søgdu 67% av teirra oddamonnum, at teir ætlaðu sær ikki at flyta úr Evropa, og einans 3% søgdu, at teir fyrireikaðu seg at flyta, og tveir triðingar, sum umhugsaðu at flyta, søgdu, at teir ætlaðu sær at flyta til Ísraels.
     Stuðulin til Ísrael er støðugt vaksin; 66% taka undir við hesi yvirlýsing “eg stuðli til fulnar Ísrael, uttan mun til hvat stjórnin ger”. Í 2011 vóru tað 57% og í 2014 vóru tað 48%, ið tóku undir við hesi yvirlýsing.
     Fleiri enn 60% søgdu, at tey væntaðu, at jødahatrið framhaldandi fór at vaksa; 22% søgdu, at tey kendu seg ótrygg har tey búðu. Í 2008, tá ið kanningin fyrstu ferð varð gjørd, kendu bert 7% seg ótrygg.
     Spurningurin um trygd er sterkastur í Fraklandi, har jødasamfelagið hevur verið útsett fyri islamiskum yvirgangi og harðskapi og vaksandi jødahatri frá ytra-høgra vonginum.
     Árini 2000 til 2010 gjørdu færri enn 20.000 franskir jødar Aliyah. Millum 2010 og 2020 fluttu fleiri enn 40.000 franskir jødar til Ísraels.
     Koronasóttin hevði við sær fíggjarligt óskil í jødiska samfelagnum, frá fátækt hins einstaka til gjaldføristrupuleikar hjá stovnum. 37% av teimum spurdu søgdu, at fíggjarlig strongd er ein stór hóttan í jødiska samfelagnum.
     Fátækradømi er tó ikki høvuðstrupuleikin, sjálvt um at tað er økt støðugt, frá 10% í 2008 til 35% í 2021, sigur kanningin.
     Tað, sum órógvar mest, er at skerda trúarfrælsið, t.d. royndir at banna “shchita” (slátur av ymsum dýrum) og “brisa milah” (umskering) liggur nú, fyrstu ferð, ovast á listanum.
     Kanningin umfataði 1054 fólk í 31 londum og 10 ymsum tungumálum. Umleið 30% av teimum spurdu siga seg vera ortodoksir jødar.

Myndin: Ein rabbi í synagoguni í Rykestrasse í Berlin. (AP Photo/Markus Schreiber, file)

Kelda: Hamodia.com

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022