Jordanar mótmæla

JORDANAR MÓTMÆLA VATN-FYRI-ORKU AVTALUNI VIÐ ÍSRAEL

Fleir túsund Jordanar mótmæltu fríggjadagin ímóti avtaluni, ið varð undirskrivað landanna millum, saman við Sameindu Emiratunum (UAE).

29. november 2021

Tey ið mótmælti heittu á jordansku stjórnina, at vraka friðaravtaluna við Ísrael og søgdu, at ein tillaging var ein “eyðmýkjandi undirgeving”, sambart Reuters tíðindastovuni.
     Løgreglan var mannsterk kring miðbýin í høvuðstaðnum Amman og á leiðini til Hussein-moskuna har mótmælis- fólkini savnaðust aftaná fríggjadagsbønina.
     “Nei til eina vanærandi avtalu” róptu mótmælisfólkini stevføst í kór. Nøkur bóru fløgg við áskriftini “tillaging er ein svikagerð”
     Jordan, Ísrael og UAE undirskrivaðu avtaluna síðsta mánadag, har John Kerry, veðurlagssendimaður USA, var hjástaddur.
     Sambart avtaluni so skal Jordan seta upp 600 megawatt av sólorku, ið skuldi flytast til Ísraela. Afturfyri skal Ísrael útvega vatnfátæka Jordan 200 milliónir kubikmetrar av vatni, gjørt úr sjógvi.
     Hóast tað, at Jordan hevur eina friðaravtalu við Ísrael, hevur jordanska tingið, har flestu limirnir eru islamistar og fíggindasinnaðir mótvegis Ísrael, heitt á tingið um at siga upp avtaluna.
     Jordanska tingið hevur fyrr góðtikið uppskot um at seta eina nevnd at endurmeta alt, sum hevur við Ísrael at gera, íroknað friðaravtaluna. Ein slík avgerð merkir ikki neyðturviliga at friðaravtalan við Ísrael verður uppsøgd; ein slík avgerð krevur góðkenning frá stjórnini, kongahúsinum og ráðnum, ið ráðgevur jordanska konginum Abdullah II.
     Mótmælini fríggjadagin vórðu skipaði av ymiskum andstøðuflokkum, umframt islamistum, vinstravonginum, ættarbólkum og verkamannafeløgum.
     Ein av bólkunum ið talaði ímóti vatn–fyri–orku avtaluni var jordanski vongurin av Muslimska Brøðraskapinum, sum í desembur 2014 var útnevndur av kongarikinum at vera yvirgangsbólkur.
     Jordanski muslimski brøðraskapsvongurin kvetti seinni sambandið við rørsluna, íð var um alt Miðeystur, við høvuðssæti í Egyptalandi. Teir hava 15 sessir í tinginum, sum telur 130 limir.

Myndin:  Amman Jordan

Kelda: Arutz Sheva

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022