MALAYSIA ÚTIHÝSIR ÍSRAEL

MALAYSIA BANNAR ÍSRAEL AT LUTTAKA Í KAPPINGINI Í VEGGJARSPÆL (SQUASH). Heimskappingin í veggjarspæli fyri menn varð avlýst í vikuni, eftir tað at Malaysia, sum skuldi vera vertur fyri kappingini, bannaði Ísrael at luttaka. Hesum kundi verið sloppið undan um fyriskiparnir høvdu gjørt sær greitt, at avgerðin at flyta kappingina til Malaysia fór at hava trupulleikar við sær.

05. desember 2021

Vanligt er, at lond eru ósamd um ymiskt, men ítróttur verður vanliga hildin uttanfyri politiskar ósemjur. Men ikki so hjá Malaysia, ið spælir sambart sínar egnu anti-semitisku og anti-Ísrael reglum.
Heimssambandið fyri veggjarspæl, The World Squash Federation (WSF) segði, at: “tað trýr uppá eina opna og umfatandi heimsmeistarakapping og orsaka av at onkrar tjóðir ikki kundu luttaka vegna vantandi staðfesting av innferðaloyvum fekk Malaysiska veggjarspæl, sambandið SRAM (Squash Racquet Association of Malaysia), at boða heimssambandinum (WSF) frá at teir avlýstu.”
Kávað varð útyvir avlýsingina við tí nýggja korona frábrigdinum Omicron. Kappingin, ið eftir ætlanini skuldi haldast 7. desembur var longu flutt einaferð, úr New Zealandi, orsaka koronu sóttina.

Kelda: Jerusalem Post 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022