Heimurin stuðlaði Barfour

HEIMURIN STUÐLAÐI BALFOUR-YVIRLÝSINGINI OG AT ÍSRAEL VARÐ STOVNAÐ. Týsdagin (7. des.2021) vóru liðin 104 ár síðan Balfour-yvirlýsingina, tá ið Stóra Bretland kunngjørdi sín stuðul at seta á stovn “eitt heimland til jødiska fólkið” í økinum, sum tá kallaðist Palestina.

08. desember 2021

Sum vant, á hvørjum ári, so mintust palestina-arabar dagin sum ein syrgidag og forsetin Mahmoud Abbas gav boð um at flagga í hálvari stong.
     Arabar fingu eisini aðalskrivaran fyri Arab League at koma við síni árligu áheitan, har heitt verður á Stóra Bretland “at rætta søguliga mistakið og taka við síni søguligu, løgligu og moralsku ábyrgd við at geva palestinensiska fólkinum eina umbering og viðurkenna palestinenskia statin sambært 4. juni 1967-markinum og eystur Jerusalem sum høvuðsstað”. Teimum dámar at látast sum, at Balfour yvirlýsingin er keldan til teirra trupulleikar.
Men hon var bara eitt skjal; yvirlýsingin var uttan nakra løgliga binding. Tað sum hendi aftaná er nógv týdningarmiklari.
     Balfour-yvirlýsingin varð góðkend av fronsku og italsku stjórnunum og somuleiðis USA.
     Hon varð seinni innlimað í San Remo-viðtøkuna í 1920 og so innlimað í yvirvaldsrættin (mandatið) fyri palestina av League of Nations. Tað var tá at tað gjørdist altjóða lóg at stuðla undir at palestina varð heimland fyri jødiska fólkið.
     Løgið tó - arabiska mótstøðan var ikki bara ímóti hugtakinum um eitt heimland fyri jødar, men eisini ímóti hugtakinum at palestina í sjálvum sær var ein óheft politisk eind og ikki ein partur av Sýria. Sjálvandi hildu teir eisini fast við, at øll jødisk innflyting skuldi fullkomiliga støðgast.
     Balfour-yvirlýsingin varð broytt, frá at vera ein veik fráboðan, til altjóða lóg. Hetta er tað, sum gevur Ísrael sítt løggildi ídag. Tá ið palestina-arabar siga, at teir vilja ógilda Balfour-yvirlýsingina so vilja teir í roynd og veru týna Ísrael.

Myndin: Arthur James Balfour, sum undirskrivaði Balfour-lýsingina. Photo: Wikimedia Commons.

Kelda: The Algemeiner/ElderofZyion

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022