Girðingin kring Gaza liðug

ÍSRAEL FULLFÍGGJAR GIRÐINGINA FRAMVIÐ VIÐ GAZA MARKINUM. Ísraelska verjan hevur lagt síðstu hond á at gera eina betring av tí 65 km longu marknagirðingini; trý ár og fleiri samanbrestir eftir tað at arbeiðið byrjaði.

11. desember 2021

Tá ið orrustan “Operation Protective Edge” leikaði í, og Hamas nýtti eitt umfatandi tunnilsnetverk til álop, skeyt hervaldið upp at gera eina byrging til tess at forða fyri hóttanum fyri tunnulsálopum tvørtur um markið og støðga yvirgangsbólkum úr Gaza at leypa á inni í suður Ísrael.
      Verjumálaráðharrin Benny Gantz rósti verkinum og segði at "girðingin forðar Hamas og setur ein jarnmúr, ávaringarskipan og betong millum teir og íbúgvarnar í suður Ìsrael. At fólk sleppa at liva sítt vanliga lív er ein sigur og er størsti fíggindin hjá yvirgangsbólkum” legði hann aftrat og segði, at hervaldið fer at halda fram við at berja niður allar hóttanir at skaða Ìsrael og borgarum tess við rakettum.
      “Vit vilja forða fyri at Iransk vitan og tøkni kemur inn í Gaza og vit fara áhaldandi at forða øllum royndum hjá Hamas at virka við sínum deildum í Judea og Samaria ella inni í Ísrael. Royndir, sum ferð eftir ferð eru miseydnaðar” legði hann aftrat.
      Ábøturnar á girðingina byrjaðu í 2017 og hildu á uttan slit í trý og eitt hálvt ár, eisini tá ið March of Return mótmælini og ymiskir samanbrestir millum yvirgangsbólkar og IDF vóru. Kostnaðurin var umleið 3,5 milliardir NIS.

Kelda: Jerusalem Post

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022