Føddur í Ísrael og hjørtum várum

Fekk í adventini 2021 saman við øðrum eina jólaheilsan frá erkibiskupinum í Svøríki, Dr. Antje Jackelén. Biskupurin er ein væl lærd kvinna, sum køn í gudfrøði megnar at prædika ein einfaldan persónligan boðskap um Jesus.

19. desember 2021

Hon flýgur mangan høgt, og hugsanin er háborin. Samstundis megnar hon kynstrið at nema menniskju við einum einfaldum boðskapi. Í prædikuni er hon á jøvnum føti við kirkjuliðið. Himmalin kennist nær tí jarðiska.

Talan er um eitt møti. Boðskapurin um Jesus føðir trúnna í hjørtum várum. Trúgvin fær kropp og sál, tá hjartað slær í takt við streingjaleik og himinsins einglakór.

At geva Jesusi innivist í hjartanum. Tað verður valla meira persónligt og livandi enn tað sama. Heilagur andi vekir og staðfestir trúnna. Andin ger bústað Jesu í hjørtum várum til signaðar heimligar løtur.

Jólakortið frá erkibiskupinum sigur tað einfalt og greitt. Vit eru kallað at hýsa Jesusi í hjørtum várum og síðan fylgja í fótasporum hansara.

“Jesus ynskir at verða føddur í hjørtum várum aftur og aftur. Hann kemur til kirkju sína við troystandi og kallandi rødd: Fylg mær!

Hann kemur til allan heimin, so vit kunnu síggja skapanarverkið, okkara næstringar og grannar nær og fjar.

So vit kunnu síggja okkum sjálv í Guðs eygum og í medferð sýna miskunnsemi móti øðrum, eins og Guð er miskunnsamur.”

Jesus ynskir sær innivist í hjørtum várum. Hann ynskir at vera føddur í hjørtum várum. So dýrabar er menniskjan, at Guðs sonur ynskir at búgva í okkara innara menniskja.

Frástøðan ímillum jørðina og himmalin er burtur, tí Guð gav heiminum tað dýrasta hann átti. Hann lat Mariu Moy føða einborna son sín, Jesus, í einum fjósi í Betlehem.

Jesus kom til sítt egna fólk, men hansara egnu tóku ikki ímóti honum.

Erkibiskupurin sipar til eina afturvendandi føðing. Jólahátíðin er eins og aðrir árligir merkisdagar afturvendandi.

Endurtøkan virkar, at vit árliga og hvønn dag í árinum vera mint á, at tann í fjósi føddi ynskir sær innivist í hjørtum várum.

Spurningurin verður settur til Guðs fólk um allan heimin. Spurningurin er viðkomandi hjá tí kristnu kirkjuni í Føroyum. Spurningurin er viðkomandi hjá mær sjálvum: Havi eg rúm fyri Jesusi, og fær hann innivist í hjarta mínum?

Havi størstu virðing fyri Guðs útvalda fólki, Ísrael. Eri í míni barnatrúgv sannførdur um, at landið og fólkið eru útvald av Guði. Landafrøðiliga er Ísrael pallurin fyri frelsu Guðs í Jesusi Kristi og byrjanin til alla kristna boðan og missión.

Aðalmál Guðs var at opna Paradís portur fyri sínum egna fólki og samstundis geva øllum fólkasløgum sama møguleika. Tess vegna sendi hann sonin til jarðar, og sonur Guðs varð føddur í Ísrael.

Frelsa Guðs er umhugsað og gjøgnumførd. Nøkur týðandi landafrøðilig støð kunnu verða nevnd: Jesu føðing í Betlehem, hansara uppvøkstur í Nasaret og krossfestingin á heygnum Golgata uttanfyri Jerúsalem.

Fyri mær er lendið, har Jesu føtur gingu, heilag jørð. Har Jesu vøgga stóð opinberaði Guð seg í síni tign og veldi. Í einum jødiskum sveini kom frelsa Guðs til jarðar til tess at bjarga burturvilstu børnum sínum heim til faðirhúsið.

Komin inn í hjartað at búgva, letur Jesus vindeyguni í hjørtum várum upp. Gjøgnum gluggan verða vit víst á grannan og tey fremmandu í nærumhvørvinum. Jesus leiðir okkum síðani út í túnið. Fylgja vit í fótasporum hansara, verður hugtakið næstin víðkað til at fevna fremmand lond og ókend fólkasløg.

Næstakærleiki er aðalmál teirra kristnu. Jesus heldur tað dupulta kærleiksboðið, ið er kærleiki til Guðs og medmenniskjað, hátt í hevd sum etiska leiðreglu. Ja, vit skulu sum kristin elska hin fremmanda eins væl og okkara fíggindar.

Erkibiskupurin nýtir máliskuna, at vit síggja okkum sjálv í Guðs eygum ella úr hansara sjónarhorni. Guð metir tað einstaka menniskjað dýrabart. Menniskjan er krúnan av skapanarverki Guðs.

Tað finst einki menniskja, ið er miseydnað ella týdningarleyst. Í Guðs eygum eru tey ok, sum ikki eru ok. Gáva Guðs – Jesus – gevur menniskjum møguleikan til betri dagar. Hann ynskir at bjarga okkum úr vónloysi og tvørrandi sjálvvirði.

Jesus kann leggja sína virðismeting av okkum í vára hjørtu, so vit í navni hansara hvíla í tí, ið vit sjálv eru og í tí, Jesus er vára vegna. Tá blíðkar fyri hugaðum fólkum, tí vælveran er Guðs tilboð til hin einstaka, hóast ikki alt vignast eftir ætlan.

Hin einstaka menniskjan hevur óendaliga høgt virði. Jesus kom til jarðar, gjørdi øllum væl og varð krossfestur vára vegna. Uppreins hansara av deyða og grøv er okkum til lív og signingar, tí syndin er strikað og fyrigivin. Amen.

Orðið: “Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.” (Galatarbrævið 5,14).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022