Ísrael bjóðar nú fjórða prik

Fólk á ellisheimi kunnu fáa enn eitt prik við koppingarevni ímóti covid-19.

Ísraelski heilsumálaráðharrin kunngjørdi í gjár, at Ísrael fer nú at bjóða eldri fólki á ellisheimum fjórða prik við koppingarevni ímóti covid-19.

01. januar 2022

Ein serfrøðingabólkur viðmælti í farnu viku, at øll yvir 60 ár skuldu fáa tilboðið um enn eitt prik við koronuvaksinu. Ein orsøk til hetta tilmælið var, at omikron frábrigdið smittar lættari, og at tað kann hjálpa fólki, at tey styrkja mótstøðuførið.

Í fyrsta umfari fáa eldri fólk tilboðið, men nú verður eisini kannað, um yngri fólk eisini kunnu fáa ágóðan av einum fjórða priki.

Í løtuni ber til at fáa trý prik við covid-19 koppingarevni í Føroyum.

Danska heilsustýrið vil í løtuni ikki siga, um tey eisini fara at viðmæla eitt fjórða prik. Tey fylgja gongdini og meta leypandi um tørvin á koppseting, skrivar Ritzau.

Kelda:   in.fo  Eyðun Klakstein   31.12.2021 (14:59)

(Nir Elias/Reuters)

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022