Jødar, komnir heim til Ísraels
Tað er ein sonn kollvelting hjá hesum fólkum. Tey koma úr Etiopia, sum er sera aftarlaga í mun til Ísrael og vesturheimin annars.
Tey eru ikki von við teir hentleikar ið vit kenna - rennandi vatn, heitt og kalt. El - tey kenna ikki eina stikk kontakt - hava ongantíð sæð ein el-komfýr ella vaskimaskinu.
Tey duga ikki málið í Ísrael - tey hava ongan pening - tey hava einki arbeiði - tey hava ongastaðni at búgva.
Men - í Ísrael verður hugsað um alt hetta.
Ísraelski staturin tekur sera væl ímóti teimum. Her kunnu vit nevna tað mest týdningarmikla:
- Tey fáa eina fyribils íbúð at búgva í. Íbúðin er hóskandi til teirra familju. Í køliskápinum er matur. Grýtur, pannur og allar vanligar køksbúnýtir eru í køkinum - alt hetta leysa er beinanvegin teirra ogn.
Familjan fær eina "lítla" peningaupphædd at byrja tilveru sína við.
- Øll fara í skúla at læra seg hebraiska málið. Hjá børnum og unglingum gongur skjótt at læra.
Hjá miðaldrandi eitt sindur truplari. Eldri og gomul læra helst ongantíð málið.
- Tá ið eitt ella tvey ár eru farin, hava flestu familjur fótað sær í nýggja heimlandi sínum. Tey hava tá fingið egnan búsað, arbeiði og børnini ganga í skúla sum vanligt.
Tað er sera áhugavert at síggja hvussu væl Ísrael tekur ímóti fólki sínum.