Viðtøkur

§1 Navn og heimstaður

  1. Navn felagsins er Vinafelagið Føroyar - Ísrael
  2. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
  3. Heimasíða felagsins er www.shalom.fo

§2 Grundstøði

Felagið byggir á kristiligt grundstøði við áherðslu á bókstavliga tulking av Bíbliuni. Felagið er óheft politiskt og átrúnarliga.

§3 Endamál

Endamál felagsins er:

  • At upplýsa um bíbilska grundstøðið undir zionismu og tilverurætti Ísraels sum tjóð og land.
  • At virka fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar.
  • At biðja og eggja til bøn fyri Jerúsalem, Ísrael og jødunum.
  • At stuðla kristiligum og øðrum hjálpararbeiði í Ísrael.
  • At virka fyri góðum samstarvi millum Føroyar og Ísrael á øllum økjum, og góðum grannalagi millum londini í Miðeystri.

§4 Limaskapur

  • Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu gerast limir; eisini stovnar, virki, feløg og onnur.
  • Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum.
  • Fer limagjaldseftirstøðan upp um tvey ár, verður viðkomandi limur strikaður.
  • Limur, ið virkar ímóti endamáli felagsins, verður strikaður.

§5 Aðalfundurin

  • Hægsta vald felagsins er aðalfundurin, ið verður hildin á hvørjum ári í mars mánaði í Tórshavn, ella, sambært nevndarsamtykt, aðrastaðni.
  • Nevndin boðar til aðalfundar í minsta lagi 14 dagar frammanundan við lýsing í føroyskum bløðum/blaði. Í lýsingini skal tilskilast fundarskrá, fundarstaður og tíð. Um uppskot koma til viðgerðar, ið krevja avgjørdan meiriluta, skal hetta tilskilast í fundarboðunum.
  • Uppskot frá limum, skulu vera nevndini í hendi í so góðari tíð, at tey kunnu takast við í fundarskránna, um tey skulu koma til viðgerðar á aðalfundinum.
  • Í seinasta lagi 8 dagar undan aðalfundinum, skulu, til skjals á skrivstovu felagsins, verða dagsskrá og tey uppskot, ið verða løgd fram á fundinum.
  • Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, uttan mun til hvussu nógvir limir eru á fundi.
  • Har einki annað er ásett, verða allar avgerðir tiknar við vanligum meiriluta.
  • Tá ið avgerð skal takast við avgjørdum meiriluta, er treytin at 2/3 av teimum, sum hjástødd eru og atkvøðurætt hava, eru fyri.
  • Frásøgn frá tí, sum fer fram á aðalfundinum, verður førd í fundarbók, sum skal undirskrivast av fundarstjóranum.

Ársaðalfundurin verður hildin við hesi skrá:

a) Val av fundarstjóra og skrivara. Fundarstjórin stýrir fundinum og ger av allar spurningar viðvíkjandi viðgerð av málum og atkvøðugreiðslu.
b) Frágreiðing frá nevndini.
c) Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
d) Fíggjarætlan fyri komandi ár til góðkenningar.
e) Annaðhvørt ár val av 3 nevndarlimum og annað hvørt ár val av hinum 3 nevndar-limunum fyri 2 ár.
f) Val av 2 eykalimum. Valini undir e og f kunnu fara fram við seðlaatkvøðu.
g) Val av grannskoðara.
h) Viðgerð av innkomnum uppskotum.
i) Áseta limagjaldið fyri komandi ár.
j) Ymiskt.

§6 Eykaaðalfundur

  • Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá ið minsta lagi 25 limir skrivliga biðja um fund.
  • Boðað verður til eykaaðalfund í seinasta lagi 14 dagar eftir, at skrivligt krav er handað formanni felagsins.

§7 Nevndin

  • Felagið verður stjórnað av eini nevnd íð telur 6 limir, og verður vald á aðalfundinum.
  • Á fyrsta nevndarfundi aftan á aðalfundin, skipar nevndin seg við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.
  • Formaðurin kallar nevndina saman til fundar, tá ið hann heldur tað vera neyðugt, ella um tveir ella fleiri nevndarlimir biðja um fund.
  • Nevndin er viðtøkufør, tá ið fýra nevndarlimir eru á fundi, teirra millum formaðurin ella næstformaðurin.Týðandi avgerðir skulu avgreiðast við avgjørdum meiriluta.
  • Nevndarfundur verður um gjørligt fráboðaður við 4 daga freist. Tey mál, ið skulu viðgerast á nevndarfundinum, verða nevnd í fráboðanini.
  • Nevndin hevur heimild at seta starvsnevndir.

§8 Tekningarreglur

  • Felagið verður bundið við undirskrift formansins og kassameistarans. Keyp fyri meira enn kr. 5.000,- skal fyrst samtykkjast á nevndarfundi.

§9 Roknskapur og grannskoðan

  • Á hvørjum ársaðalfundi verður grannskoðari valdur.
  • Grannskoðarin skal grannskoða roknskapin, sum nevndin letur úr hondum.
  • Roknskaparárið er álmanakkaárið.
  • Grannskoðaður roknskapur verður undirskrivaður av nevndini.

§10 Lógarbroyting

  • Uppskot um lógarbroyting skulu vera nevndini í hendi, sum ásett í § 5 stk. 3.
  • Lógarbroyting kann bert verða framd, um 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

§11 Avtøka av felagnum

Um umstøðurnar krevja, at felagið verður tikið av, eigur nevndin at seta fram uppskot um hetta á aðalfundi. Uppskot um at taka felagið av, krevur avgjørdan meiriluta, fyri at verða samtykt.

Tær ognir sum eru eftir, tá ið felagið er tikið av, skulu latast til vælgerandi endamál í Ísrael.

Samtykt á stovnandi aðalfundi tann 28. mai 2009.