Hjálp jødunum heim

Nýggjur føroyskur felagsskapur, "Hjálp jødunum heim" varð stovnaður í 2007. Felagsskapurin samstarvar við viðurkenda ísraelska felagsskapin Keren Hayesod, sum varð stovnaður í London í 1920, og hvørs aðalendamál er at savna inn pening til at hjálpa jødunum heim til egna land sítt, Ísrael.

Nevnd
Aðalfundirnir í feløgunum Vinafelagið Føroyar - Ísrael og Ísraelsmissiónin velja leiðsluna í felagsskapinum HJÁLP JØDUNUM HEIM.

Endamál
Seinastu 1900 árini hava nærum allir jødar verið spjaddir kring heimin. Tá Ísrael varð endurstovnað 14. mai 1948, byrjaðu jødarnir av álvara at flyta aftur til land sítt, men enn eru nógvir eftir.

Í fleiri londum hava jødar tað ikki gott. Nógvir eru fátækir, og í fleiri londum verða teir atsøktir, og aðrastaðni er bæði hungur og kríggj.

Tað ræður um at hjálpa so mongum sum tilber at flyta heim til Ísraels, har tikið verður sera væl ímóti teimum. Tá hálvt ár, ella eitt ár er farið, hava nýggju innflytararnir í flestu førum lært seg málið, fingið arbeiði og egnan bústað. Børnini hava tað stak gott í Ísrael.

Hvussu ber til at stuðla
Tú kanst hjálpa jødunum heim við peningagávu, størri ella minni. Tú kanst stuðla eina ferð, og tú kanst stuðla regluliga við fastari flyting. Øll, sum stuðla, fáa bræv frá okkum.

Um tú ynskir at stuðla, so ber til at senda ein teldupost til: danjalpoulsen@email.fo

Hjálp jødunum heim
Postsmoga 3286
110 Tórshavn

Eisini ber til at gjalda studul inn á eina av hesum konti:

  • Bank Nordik: 6460-173.561.8
  • Betri: 9181-153.329.2
  • Norðoya Sparikassi: 9865-103.598.8
  • Suðuroyar Sparikassi: 9870-102.507.5

Lyfti um signing
Harrin segði við Ábram: "Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt vera til signing. Eg skal signa tey, ið signa teg.. og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar."

(Brot úr 1. Mós. 12)

Les meira á: www.kh-uia.org.il