Jenis til Ísraels at kanna sendistovumøguleikar

Við í ferðalagnum hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum vera eisini vinnulívsfólk. Jenis av Rana, landsstýrismaður, fer eisini at hitta ísraelska sendiharran í Keypmannahavn.

27. februar 2020

Fyrst í apríl ella í seinnu helvt av mai mánaði fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, til Ísraels at kanna møguleikarnar fyri at seta á stovn sendistovu har, skrivar Sosialurin í dag 26. februar 2020.

Við landsstýrismanninum í uttanríkismálum fara vinnulívsfólk til Ísraels.
Jenis av Rana sigur við Sosialin, at vinnulívsfólk hava vent sær til hansara, og tí hevur hann gjørt av at bjóða vinnulívsfólki við til Ísraels, í royndini at fáa samband við vinnulívsfólk har.

Vinnulívsfólk í Føroyum hava vent sær til møguligar samstarvsfelagar í Ísrael, men teir hava aftrað seg, tí einki formligt samband er landanna millum, sigur Jenis av Rana.

Hittir ísraelska sendiharran
Áðrenn landsstýrismaðurin fer til Ísraels, hevur hann avtalað fund við ísraelska sendiharran í Keypmannahavn. Tann fundurin verður í fyrru helvt av mars mánaði.

Løgtingið hevur játtað hálva triðju millión krónur á fíggjarlógini í ár til sendistovu í Ísrael, men hon fer væntandi at kosta fýra milliónir krónur um árið at reka.

Jenis av Rana dylir ikki fyri, at Jerusalem framvegis er fremst í huga hansara, tá talan er um sendistovu, men mest avgerandi er, at Føroyar fáa eina sendistovu í Ísrael, sigur hann við Sosialin.

Kelda:  kvf.fo  

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022