ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR

Varasendimaður Ísraels í Ukraina, Yoav Bistritzky, handaði varaborgmeistarinum í Lviv, Andriy Moskalenko, 6 stórar generatorar, sum fara at tryggja støðugan streym til sjúkrahús og aðrar lívsneyðugar tænastur í samfelagnum.

21. mars 2022

Hesir generatorar eru hjálp send av uttanríkisráðnum í Ísrael ígjøgnum Mashav, (almenna hjálparfelagsskapin í Ísrael). At teir komu fram er takkað verið dygga hjálp frá fleiri ísraelskum sendistovum kring í Evropa.
Sendimaður Ísraels í Ukraina Michael Brodsky mælti: “Hesir generatorar fara at hjálpa myndugleikunum í Lviv at megna at standa seg í hesi torføru støðu, íkomin av, at hundrað túsund flýggjandi eru komin til býin. Ísrael fer framhaldandi at hjálpa Ukraina í hesi sváru tíð, við at eitt felt sjúkrahús verður reist í økinum, ætlað at hjálpa teim flýggjandi.

Kelda: Hamodia.com

Seinastu tíðindi

Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022
ÍSRAELSKI FORSETIN VITJAR TURKALAND
10. mars 2022