Iranskar dronur niðurskotnar

TVÆR IRANSKAR DRONUR Á VEG MÓTI ÍSRAEL SKOTNAR NIÐUR YVIR IRAK Tvær Iranskar dronur, skotnar niður yvir Irak síðsta mánað av amerikonskum jagara flogførum, vóru ætlaðar at spreingast á Ìsraelskum landaøki staðfesti verjustovnurin.

24. mars 2022

Dronurnar sum vórðu skotnar niður nær við Erbil í Kurdistan landspartinum í Irak vóru av slagnum Shahed-136s.
Àðrenn niðurskjótingina, ið hendi 14 februar, vóru Ìsraelskir trygdar myndugleikar á varðhaldi á høgum stigi, av ótta fyri hvussu Iranar fóru at svara aftur orsaka ìsraelsk álop á Iransk mál sum liður í “kríggið-millum-kríggini” átakinum hjá IDF.
Ì síðstu viku boðaði ein systurfelagsskapur hjá Hezbollah, al-Mayadeen, at tíðliga í februar oyðilegði Ìsrael fleiri hundrað Iranskar dronur í eini atsókn á Kermanshah flogstøðina inni í Iran. Sum eitt mótsvar til atsóknina skeyt Iran 12 rakettir móti Erbil til tess at raka tað teir søgdu vera eina Ìsraelska herstøð. Hesi boðini komu ein mánað aftaná at ìsraelska flogvápni (IAF) boðaði frá at tvær Iranskar dronur, av slagnum Shahed 197,ið høvdu kós ímóti Ìsrael vórðu skotnar niður av IAF F-35 jagara flogførum; hetta hendi ífjør. F-35 flogførini hoyra til Golden Eagle Squadron.

Kelda: Jerusalem Post

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022