Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast

Ukrainski forsetin vónar at sleppa at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin í Jerusalem

Ukrainski forsetin heldur Jerusalem vera rætta staðið at samráðast um frið, um tað yvirhøvur ber til, sigur hann (Mynd: EPA)

21. mars 2022

Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij hevur skotið upp, at hann og russiski forsetin, Vladimir Putin kunnu hittast í Jerusalem í Ísrael at samráðast.

Tað boðar hann frá, samstundis um hann takkar ísraelska forsætisráðharranum, Naftali Bennett fyri at bjóða seg fram sum semingsmann.

– Vit eru takksom fyri hansara ískoyti. Fyrr ella seinni kunnu vit byrja samrøðuna við Russland. Kanska í Jerusalem. Tað er rætta staðið at fáa frið. Um tað yvirhøvur er gjørligt, sigur ukrainski forsetin, sum sjálvur er jødi.

Zelenskij hevur fleiri ferðir roynt at fingið ein fund í lag við Putin, og ísraelski forsætisráðharrin hevur undir krígnum seinastu vikurnar fleiri ferðir tosað í telefon við bæði Zelenskij og Putin. Hann hevði eisini ein tríggjar tímar langan fund við Putin á forsetaskrivstovuni í Moskva 5. mars, skrivar Ritzau.

 

Kelda: dagur.fo  2022-03-21 12:02
ALDA NIELSDÓTTIR

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022