Ísraelsk felt-sjúkrahús í Ukraina
ÆTLANIN AT REISA EITT ÍSRAELSKT FELT SJÚKRAHÚS Í UKRAINA BYRJAÐ Tiltakið at reisa Ísraelska “Kohav Meir” (Skínandi Stjørnan) sjúkrahúsið, fór igongd leygardagin (19.3.22) og er væntandi liðugt at taka í nýtslu til skurðviðgerðir týsdagin (22.3.22).
Eitt toymi av læknum er væntað at koma til sjúkrahúsið mánadagin (21.3.22). Saman við læknanum, David Dagan á odda, eru 60 starvsfólk frá Sheba Medical Center í Tel Hashomer, Children´s Medical Center og øðrum stovnum. Heilsu- og Uttanríkisráðið stóð fyri átakinum at seta upp felt-sjúkrahúsið við hjálp frá Schusterman vælgerðar familjuni.
Sjúkrahúsið er ein liður í ìsraelsku ætlanini at hjálpa meðan russiska innrásin í Ukraina er ígongd og er ætlað at vara í minsta lagi ein mánað. Kostnaður umleið 21 Mill. NIS, sum er fíggjaður av Heilsu og Uttanríkisráðnum, forseta embætinum og øðrum gevarum.
Sjúkrahúsið fer at hava skaðastovu, føðideild og fleiri aðrar deildir har kvinnur, menn og børn, ið flýggja undan bardøgunum, kunnu fáa viðgerð.
Kelda: Jerusalem Post