Coronavirus: Granskarar í Ísrael hava skjótt koppingarevni til reiðar

Ofir Akunis, ið er ráðharri innan vísindi og tøkni, sigur, at tað ganga bert fáar vikur. Síðani skal nýggja koppingarevni góðkennast.

28. februar 2020

Heilt skjótt eftir tað at Coronavirusið fór at spreiða seg, fóru granskarar kring heimin í gongd við at kanna sjúkuna nærri, og í gongd við at royna at finna eitt koppingarevni. Við læknatøknini í dag er skjótt at gerast klókari uppá ymiskar sjúkur og sóttir, men tað varð mett, at eitt koppingarevni ikki fór at verða til reiðar fyrrenn einaferð næsta ár.

Nú koma tíðindi úr Ísrael, ið siga nakað annað. Granskarar í Ísrael eru í gongd við at framleiða eitt koppingarevni, ið verður til reiðar einaferð seinni í ár – helst í summar.

Ráðharrin innan vísindi og tøkni, Ofir Akunis, váttar fyri The Jerusalem Post tað er nær við:

- Gongst eftir ætlan verður koppingarevni til reiðar innan fáar vikur, og so verður til at fáa fatur á aftaná 90 dagar, ið er tíðarskeiðið, har tað skal góðkennast

Akunis er vísur í, at tann tilgongdin fer at ganga skjótt. Hann ynskir Migal, ið er granskingarstovnurin, ið er arbeiðir við málinum, tillukku við spennandi gjøgnumbrotinum.

Migal hevur áður ment eitt koppingarevni móti IBV-virusinum, sum ger at flogfenaður fær lungnatrupulleikar. Chen Katz, ið er lívtøkniligur leiðari, sigur við The Jerusalem Post, at tað var heldur heppið, at funnið varð fram til eitt møguligt koppingarevni fyri covid-19. Katz staðfestur, at coronavirussi minnir um IBV, ið granskarar á Migal hava arbeitt við seinastu fýra árini. Hetta ger, at sannlíkindini fyri, at eitt koppingarevni verður klárt til fólk innan stutta tíð, eru stór.

Myndin: Ofir Akunis

Kelda: portal.fo  Agnar Prestá  2020-02-28 09:06

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022