Nýggj samgongustjórn í Ísrael

Benny Gantz og Benjamin Netanyahu eru samdir um samgongustjórn í Ísrael, skrivar AFP. Sostatt verður ikki talan um eitt fjórða val í landinum fyribils.

21. apríl 2020

Sambært avtaluni skulu Gantz og Netanyahu skiftast um at vera forsætisráðharri, 18 mánaðir hvør. Fyrstur við róðrið verður Netanyahu. Síðan yvirtekur Gantz, sum til dagin í dag hevur verið andstøðuleiðari í Ísrael.

Avísin Maariv skrivar, at Gantz verður verjumálaráðharri í tíðarskeiðnum Netanyahu er forsætisráðharri.

Avísin skrivar eisini, at ein lutvís innliman av Vestara áarbakka í Ísrael byrjar tann 1. juli komandi.

Kelda: vp.fo 

Myndin: Forseti Ísraels, Reuven Rivlin (í miðjuni) innsetur Netanyahu v.m. og Gantz h.m.   (Mynd: EPA) 

Netanyahu og Gantz

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022