BRASILSKIR JØDAR KOMA HEIM TIL ÍSRAELS (GERA ALIYAH)

Áhaldandi koronakreppan hevur havt við sær 116% øking í Aliyah umsóknum, síðan 2019, úr øllum suður Amerika, harav eru 140 brasilskir jødar longu komnir í marts mánaði í ár.

02. august 2020

Túsundtals brasilskir jødar, áhugaðir at gera Aliyah, luttóku á einari stevnu á netinum, sum Jewish Agency skipaði fyri.
Aliyah stevnan fyri brasiliskum jødum, var tann fyrsta í søguni, sum var hildin á netinum, heldur enn í Sao Paolo ella Rio de Janeiro, har slíkar stevnur fyri tað brasilska jødiska samfelagið, hava verið hildnar.
Hendan net-stevnan gjørdi tað kortini møguligt hjá túsundtals luttakarum, um alt Brasilia, at fáa meiri at vita um møguleikarnar, at byrja eitt nýtt lív í Ísrael; so sum viðurskifti viðvíkjandi íbú, arbeiði, heilsurøkt og hjálp hjá børnunum at byrja í skúlanum.
Sambart Jewish Agency luttóku 2400 fólk á net-stevnuni, og upplýsingarnir, sum lagdir vórðu fram, náddu út til eini 7400 jødar.
Jødiska samfelagið í Brasilia telur í løtuni umleið 93000 menniskju, spjadd yvir eini 14 høvuðsøkir, har Sao Paolo er tað størsta og síðan kemur Rio de Janeiro.
Tann framhaldandi koronakreppan í latín-Amerika yvirhøvur og serliga í Brasilia, har sjálvt forsetin, Jair Bolsonaro, varð smittaður, hevur havt við sær, at eitt vaksandi tal av jødum, ið búgva í teimum suður amerikonsku londunum, spyrja seg fyri um Aliyah.
Í juni í ár fekk Jewish Agency 632 umsóknir frá jødum, búsitandi í suður amerika, 116% meiri enn tær 293 umsóknirnar, sum komu í juni í 2019.
Formaðurin fyri Jewish Agency, Isaac Herzog segði: “at serliga í hesum torføru tíðum, sum heimurin er í, er tað rørandi at síggja, at jødar hava ein vaksandi áhuga fyri Aliyah, og uppaftur meiri rørandi er at síggja tey, sum hava framt Aliyah meðan korona herjar.
Tey koma til Ísraels við eini sterkari kenslu av at kenna seg heima og eini tráan eftir at lata sín lut at hjálpa til, og fara ikki at sleppa dreyminum um at byggja framtíð sína í Ísrael”.

Pnina Tamano-Shata, ráðharri fyri tilflyting og móttøku greiðir frá:

https://www.israelhayom.com/2020/07/29/bem-vindo-a-israel-covid-drives-brazilian-jews-to-make-aliyah/

 

Kelda: Israel Hayom

tj/dp

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022