TILFLYTARAR KOMA VIÐ LEIGUFLOGFARI ÚR MEKSIKO TIL ÍSRAELS

“Í Meksiko verður altíð sagt um okkum: “hasir jødarnir” - "men her kenna vit okkum av sonnum heima” sigur Miriam Mercado, ið fleyg til Ísraels saman við 49 øðrum Olim, einum bólki av "Masa Israel Journey" sjálvbodnum og fleiri øðrum ísraelum, strandaðum, orsaka av Koronu.

21. august 2020

Fyrstu ferð nakrantíð, kom eitt leiguflogfar úr Meksiko við nýggjum tilflytarum. Ein bólkur av "Masa Israel Journey" sjálvbodnum og ísraelum, sum flyta heim, lendu í Ben Gurion altjóða floghavnini týsdagin (18. aug. 2020).
Flogferðin, nevnd “Operation Home” var løgd til rættis av Jewish Agency og Hanoar Hatziom, við stuðli frá Keren Hayesod.
Við flogfarinum, sum fór úr høvuðstaðnum, Meksiko, vóru 50 nýggir Olim (tilflytarar) og 150 "Hanoar Hatzioni" útbúnar næmingar, sum skuldu luttaka í einari verkætlan, sum Jewish Agency og ísraelska stjórnin skipaðu fyri.
“Operation Home” syrgdi eisini fyri flutningi av einum hópi av ísraelum, sum vóru strandaðir vegna væntandi fráferðum, orsaka av Koronasóttini.
“Aliyah er á ongan hátt uppsteðgað, sjálvt í teimum svárastu kreppum landið Ísrael hevur upplivað” segði Isaac Herzog, formaður fyri Jewish Agency.
Sjálvt nú, í alheims kreppuni, útinna jødar, kring um í heiminum, ta zionistisku hugsjónina og gera Ísrael til sítt nýggja heimland.
Í landinum Meksiko, búgva triðflestir jødar í øllum Suðuramerika (næst eftir Argentina og Brasilia) - umleið 50,000. Flestir teirra búgva í høvuðstaðnum Meksiko. Síðan Koronasóttin fór at herja, eru fleiri sýnagogur og aðrir jødiskir stovnar í Meksiko stongdir; skúlar og ungdómsrørslur eru farnar at nýta alnetið til undirvísing.
Við á Olimtúrinum vóru Carlos og Miriam og teirra fýra børn. Tey gjørdu av at gera Aliyah, aftaná at hava vitjað Ísrael í fjør.
“Her kenni eg meg sanniliga heima” segði Miriam Mercado. Í Meksiko søgdu fólk altíð “hasir jødarnir” - vit kendu okkum ongantíð trygg at fara útum í kippa. Vit vistu altíð at vit fóru at vera ein minniluti.
Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár skipaði Jewish Agency fyri Aliyah úr Suðuramerika - 2,269 Olim - samanborið við 1,839 sama tíðarskeiðið í fjør - ein vøkstur uppá 23,3%.
Bara í Meksiko hevur Jewish Agency, síðani januar í ár, fingið 493 umsóknir um Aliyah, ein vøkstur uppá 32%, samanborið við 2019.

Kelda: Israel Hayom

Týtt: tj 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022