Søgulig flogfer úr Ísrael til Abu Dhabi

Fyrstu ferð at ísraelskt flogfar slepp at flúgva gjøgnum saudiarabiskt loftrúm

01. september 2020

Fyrsta flogfarið hjá einum vanlium handilsligum flogfelag nakrantíð millum Ísrael og Sameindu arabisku Emiratini, UAE, lendi í dag (31.aug.2020) í Abu Dhabi. Talan er um eina søguliga hending í hesum partinum av heiminum.

Flogfarið hjá ísraelska flogfelagnum, El Al, fleyg túrin úr Ísrael til Abu Dhabi upp á tríggjar tímar.

Flogfarið hevði fingið loyvi at flúgva gjøgnum saudiarabisk loftrúm, sum annars er stongt fyri flogfør úr Ísrael. Við flogfarinum var ein ísraelsk og ein amerikansk sendinevnd.

Ísrael og Emiratini hava gjørt friðaravtalu, og í sambandi við hetta skuldu sendinevndirnar gera avtalur um onnur viðurskifti millum Ísrael og flógvastatin nú forsetin fyri UAE, Khalifa bin Zayed Al Nahayan, hevur strikað stongsulin av Ísrael.

Jared Kushner, versonur Donald Trump forseta og serligur ráðgevi í Hvítu Húsunum, er við á ferðini. Hann segði, tá komið varð til Abu Dhabi, at USA framhaldandi stuðlar Ísrael hernaðarliga, men ynskir eisini at stuðla bondini til UAE, ið er næststørsti búskapurin í arabiska heiminum.

kelda: portal.fo  

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022