Eisini føroyingar bjargaðu jødum úr Danmark til Svøríkis í 1943

Á heysti 2018 var farið í gongd við at kanna leiklutin hjá føroyingum, at bjarga jødum um sundið úr Danmark yvir til Svøríkis á heysti 1943.

Kanningin er komin væl áleiðis; tann fyrsta skjalfestingin í sambandi við Stohn og í Dali familjurnar, er longu send til góðkenningar í Yad Vashem, sum er Holocaustsavnið í Jerusalem.

10. oktober 2020

Óheft felag hevur týtt øll skjøl úr donskum og svenskum til enskt mál, og eru áteknað av Notarius Publicus í Føroya Rætti. Síðan eru tey seglað og send til Ísraels.

- Nú byrjar arbeiðið, at skjalfesta frásagnirnar um Morentius Poulsen frá Ljósá, sum eisini hjálpti jødum úr Danmark yvir til Svøríkis. Tað verður nakað torførari, tí vit skulu leita í svenskum arkivum; men her fáa vit hjálp frá svenskum rabbinara, sum arbeiðir við at geva okkum atgongd til arkivini har. Hetta er sera spennandi, men drúgt atbeiði, sigur Maigun Solmunde.

- Vit vóna at føroyingar ein vakran dag kunnu standa í Yad Vashem til eina hátíðarløtu, har Føroyar, av tí at nakrir rættvísir føroyingar vóru teirra millum, sum verða kallað “Tey rættvísu millum tjóðirnar” - “The Righteous amongst the Nations" og eru skrásett í Yad Vashem, sigur Maigun Solmunde.

Maigun Solmunde sigur, at fólk eru vælkomin at senda sær upplýsingar, um tey hava okkurt at greiða frá í hesum sambandi.

Tey sum standa fyri kanningini eru, Maigun Solmunde og Jan Reuven Rozen Rosenberg.

Kelda:  vp.fo

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022