John Rajani verður sendimaður Føroya í Ísrael

Uttanríkis- og Mentamálaráðið boðar í dag frá, at John Rajani er settur í starvið sum sendifólk á Sendistovu Føroya í Tel Aviv í Ísrael frá 1. desember 2020 at rokna.

27. oktober 2020

John Rajani er 51 ára gamal og hevur útbúgving í búskapi og leiðslu í Danmark og Stórabretlandi.
     Hann er giftur, eigur trý børn, og hevur virkað í ráðgevaravinnuni tey seinastu árini og hevur royndir sum sendimaður í London frá 2002 til 2005, og var við til at byggja upp sendistovuna í London.
     Hann hevur drúgvar royndir bæði í miðfyrisitingini og í privatu vinnuni.
     Í fíggjarvinnuni hevur hann tíggju ára royndir á leiðslu- og stjórnarstigi í BankNordik.
     24 søktu um at gerast føroyskt sendifólk í Ísrael, 20 menn og fýra kvinnur.
     Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Mentamálum sigur, at ætlanin er, at føroyska sendistovan í Ísrael skal lata upp sum skjótast.
     Í starvslýsingini stendur millum annað, at sendifólkið millum annað skal umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Ísrael, røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál.
     Arbeiðsøkið fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv.
     Á fíggjarlógini fyri 2020 eru 1,6 milliónir krónur til sendistovu í Ísrael. Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár eru fýra milliónir krónur.

Kelda:  kvf.fo 

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022