Lydia Arge farin

1. desember 2020 andaðist Lydia Arge, 96 ára gomul. Lydia var formaður í felagnum Vinir Ísraels í Føroyum í mong ár. Hon var ein sannur vinur Ísraels, og skrivaði nógvar blaðgreinar, Ísrael at frama.

dp

05. desember 2020

Eivind av Reyni segði m.a. í taluni til jarðarferðina:
"Tá ið eg til tíðir havi havt eitt orð til jarðarferðir er vanligt, at eg royni at finna eitt skriftbrot, sum eg haldi passar til givna høvið. Soleiðis er ikki í dag. Lydia hevur fyri rúmari tíð síðani ynskt, at talað verður útfrá 2. Kor. 5. kap. og tað eri sera glaður um.
Hetta, tí at Lydia við hesum skriftbroti fær tað fram sum hevði alt at siga fyri hana, og sum hon ynskti, at vit her ídag skulu hoyra, og verða mint um.
Fyrsta versið í kap. 5 ljóðar soleiðis: "Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum."
Jú, øll vita vit, at vit hava eitt likam, sum líðandi verður brotið niður, fyrr hjá summum og seinni hjá øðrum. Tó kunnu vit siga, at Lydia náddi ein høgan aldur í so máta.
Men hvør signað, tá ið vit kunnu gleðast um tað hús sum bíðar øllum teimum, sum hava sett sítt álit á Harran Jesus sum frelsara, ein bústað, eitt hús, ikki gjørt við hondum, ævigt í Himlum.
Jóhannes Ev. lýsir hetta so avbera væl í 14. kap. 1. vers "Hjarta tykkara óttast ikki! Tit trúgva á Gud - trúgvið á Meg við! - og í 6. versi: "Jesus svaraði honum; "Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær."
. . . . 
Um vit ganga runt her í kirkjugarðinum, síggja vit hesa innskrift á fleiri av gravsteininum: "Burtur úr likaminum, heima hjá Harranum."
Versini 6,7 og 8 í 2. Kor.: "Tí eru vit altíð hugreyst og vita, at so leingi sum vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum."  Her verður tosað um okkara fysisku tilverðu.
Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan. Ja, vit eru hugreyst og høvdu helst viljað farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum.
Nú er Lydia komin heim til Harra og Frelsara sín, sum hon elskaði her.
Lydia var borin í heim 30. juli 1924.
Mamma Lydiu, Elisebeth Fredrikke, vanliga nevnd Dikka var ættað við Neyst í Hvalba.
Pápin var Hans Hendrik Hansen ættaður av Eiði.
Elsebeth Frederikke og Hans Hendrik fingu 3 børn, fyrst Erling í 1918, men Erling kom út fyri syndarligari vanlukku, og doyði einans 2 ára gamal. Hetta tók sum vera man ógvuliga hart uppá ungu hjúnini, men tey fingu ein son aftur í 1921, og bleiv tað ein stór troyst eftir sorgina árið fyri. Hann fekk eisini navnið Erling eftir fyrra soninum, í 1924 kom so lítla prinssesan Lydia, sum setti enn meira lív í heimið á Eysturbrúgv.
Dikka og Hans Hendrik komu regluliga í samkomuna í Thorgade 40 har nógvir føroyingar komu, og bleiv samkoman har eitt andaligt heim, eins og Kristnastova er hjá fleiri føroyingum í dag.
Lydia setti álit sítt á Harran Jesus sum ung genta, og bleiv doypt í Thorsgade 40 sum 17 ára gomul í 1941.
Í Samkomuni í Thorsgade vóru tvær systrar, Ester og Rikke, sum nærmast halgaðu lív sítt til at taka sær av ungum føroyingum, sum vóru undir útbúgving í København.
At Lydia og Essa eisini komu nógv har, gjørdi óivað tað, at eygu teirra møttust, og tey blivu góð.
Tey giftust 7. juni 1950 á Ráðhúsinum í København,
Í 1951 fingu tey Hannu. Hanna vildi so gjarna verið her ídag, men sum umstøðurnar eru nú, lat tað seg tíverri ikki gera.
Hanna giftist ísraelska Ami, og hava tey búð í Ísrael líka síðani 1975. Tey eiga børnini Yael, Ruth og Alon Eliesar. Tey biðja heilsa tykkum øllum hjartaliga, sum eru her í dag.
Í 1954 fingu tey Sigrid. Sigrid giftist Ole, mamman úr Norðagøtu og pápin frá Vejle. Tey eiga børnini Sáru, Annu Katrinu og Hannu Elisa.
Lydia var eisini signað við 9 langommubørnum.
Hóast minnisveik síðstu árini, lýsti hon upp tá ið ommudøtrarnar komu við teirra skattum á Boðanesheimið.
Hóast Lydia bæði var útbúgvin innan kontór, sjúkrasystir og barnapleyirska, valdi hon at brúka so nógva tíð saman við døtrunum sum gjørligt, og skapti eitt gott og trygt heim fyri Hannu og Sigrid.
Eftir at Essa hevði verið lækni í Thisted og á Ríkissjúkrahúsinum, flutti familjan permanent heim til Føroya í 1964/65, og bygdi teirra heim oman fyri Viðarlundina í Gundadali í 1967.
Tað er nokk ikki ov nógv sagt at hjartabarnið hjá Lydiu var fimleikur. Hon byrjaði longu í 1967, og eg haldi at “móðir og barn” var nakað, sum mong foreldur vóru sera glað fyri.
Bæði Lydia og Essa vóru sera nærløgd við øllum, sum tey tókust við. Hon hevði serligan áhuga í tónleiki og list, og kom hetta til sjóndar í nógvu greinunum í fimleiki.
Í 1975 metti Lydia at grundarlag var fyri einum fimleikarafelag aftrat í Havnini, so í oktobur sama ár sá nýggja felagið ”Ljósið” dagsins ljós.
At tað nú vóru 2 fimleikarafeløg í havn og onnur runt um landið gjørdi at verulig kapping kom í, sum hevur verið við til at lyfta fimleikin í Føroyum uppá alttjóða støði, og eigur Lydia sín stóra part í hesum.
Lydia bleiv heiðrað á 40-ára stovningardegnum í okt. 2015 av Tórshavnar komunu, og øllum teimum sum hava staðið við hennara lið ígjøgnum øll hesi mongu ár.
At Lydia og Essa fingu serligan tokka til Ísrael nú Hanna við familju búðu har er natúrligt, tey vóru eisini bæði í nevndini eitt tíðarskeið í felagnum Føroyar Ísrael.
Eg legði eisini tilmerkis, at sama dag sum Lydia fór herfrá 1 desembur, bleiv fyrsti sendiharri Føroya innsettur fyri Ísrael.
Jólini standa fyri durum, og vit verða aftur mint um, at tað var á Betlehems markum at ljósið skein upp í myrkrinum og hirðarnir fingu stóru gleðiboðini: "Tykkum er í dag Fresarin føddur, sum skal verða fyri alt fólkið."
Eg skal enda við einum skrifstaði úr tí, sum Lydia ynskti kom fram her ídag, 2 kor 5. 17:
"Um tí ein er í Kristusi er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt."
Hetta skriftstað kann ein og hvør taka til sín, sum í trúnni hevur valt at seta álit á Frelsaran, Jesus Kristus."

Eivind av Reyni

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022