252 nýggir tilflytarar úr horvnum ættarbólki komnir til Ísraels
Bnei Menasha (Manasse), vælkomin til Ísraels úr landnorðings-India; fólk, sum sigast vera eftirkomarar eftir bíbilskum horvnum ísraelskum ættarbólki.
Nýggir tilflytarar úr Bnei Menashe samfelagnum, ganga úr flogfarinum í Ísrael.
Hetta eru tilflytarar úr Jødisku "horvna ættarbólkinum" Bnei Menashe (Manasse), sum komu til Ben-Gurion floghavnina hesa vikuna, at byggja sær nýggja tilveru í Ísraael.
Boðin vælkomin úr landnorðings-India, Bnei Menashe samfelagið verður sagt at vera eftirkomarar eftir Horvna Ísraelska Ættarbólkin - serliga Manasse-ættin, sum syndraðist um allan heim, eftir tað at tey vórðu rikin í útlegd seinast í "Fysta Tempul-tíðarskeiðnum", eini 800 ár fyri Kristi føðing.
Hesir 252 nýggju tilflytararnir, sum "Aliya-/Integratiónsmálaráðið" og stovnurin Shavei Israels hava hjálpt, koma nú uppí tey 3000, sum longu eru í landinum. Eini 7000 afturat bíða enn eftir at flyta úr landnorðings-India til Ísraels.
Einar 50 familjur, 24 einstaklingar, 4 pinkubørn, 39 børn og 19 eldri lendu í Ísrael, eftir at hava bíðað í spenningi.
Tey komu skjótt gjøgnum tilflytara-eftirlitið í floghavnini og vórðu so send í sóttarhald eftir Covid-19-reglunum.
Michael Freund, stovnari og formaður í Shavei Israel sigur: "Nú vit hátíðarhalda Hanukkah og minnast undrið við "oljuni í krússinum", eru hesir tilflytarar úr horvna Manasse-ættarbólkinum í sjálvum sær eitt nútíðar Hanukkah-undur."
Hann legði afturat: "Frásøgnin um hetta serstaka samfelagið, sum megnaði at halda fast um sambandið við Jødiska fólkið og Ísraels-land gjøgnum øll hesi ættarlið er kraftmikil og gevur íblástur og eg vóni inniliga at vit skjótt eisini fáa restina av Bnei Menashe heim til Ísraels."
Kelda: Israel21c - Naama Barak DECEMBER 17, 2020, 7:00 AM.
Mynd: Eleonora Shiluv/Courtesy of the Ministry of Aliyah and Integration.