Ísrael er fremst

Samstundis sum vit her um okkara leiðir ikki eru komin í gongd við at koppseta fólk ímóti Korona, og samstundis sum tey fyrstu í Danmark í dag fingu sproytuna, ber til at staðfesta, at Ísrael er tað landið í heiminum, sum er komið longst við at koppseta sínar íbúgvar.

28. desember 2020

Koppsetingin í Ísrael byrjaði fyri einari viku síðan; beint nú verða 70.000 koppsett um dagin, og málið er at 150.000 fólk skulu koppsetast um dagin um stutta tíð. Tilsamans 9 milliónir fólk búgva í Ísrael.

Til samanberingar kann nevnast, at danska heilsustýrið hevur sum mál, at 250.000 danir skulu vera koppsettir áðrenn 1. mars. Tá er meiningin, at tey í Ísrael aftur skulu hava ein at kalla vanligan gerandisdag, tí øll eru koppsett.

Kelda:  vp.fo  Gunnar Skúvadal 27/12/2020 18:26

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 31. mars 2025 kl. 19 úti á Fløtum.
12. mars 2025
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022