Virusneutrala ísraelska anlitsmaskan

Í farna ári hoyrdi man mong lítisverd orð, søgd um landið Ísrael - enntá av framstandandi politiskum flokksleiðarum o.ø.

02. januar 2021

Lesarabræv
Jóhannes M. Olsen skrivar | 02.01.2021 - 09:13

Ein undrast stórliga yvir útsagnirnar. Fyri tað fyrsta hevur landið rekord tøl í Nobelprísvinnarum. Ein av hesum kom fram fyri ein nú um dagarnar, eg sá í útlenskum fjølmiðlum, sum framum okkara fjølmiðlar mangan umtala Ísrael fyri sína framleiðslu, m.a. á høgum støði. Annars er umtalan á okkara leiðum av Ísrael milt sagt oftast óálítandi og niðursetandi.

Nobelprísvinnarin prof. Sidney Altman hevur útviklað genialu anlitsmaskuna, sum skal tileinkisgera virus og bakteriur. Fyritøkan Senovia varð sett á stovn í 2013 í Ísrael og er ein av imponerandi nýggjheitunum, sum landið framleiðir. Málið er at vera fremst og leiðandi innan stríðið ímóti bakterium í heiminum. M.a. verður skrivað, at í ísraelska andanum hevur Sonovia lagt seg eftir, at tryggleiki ímóti Koronafarsøttini er ein grundleggjandi mannarættur. Teir hava tí framleitt túsundtals maskur til fátøk lond kring heimin. Hesi lond hava atgongd til Sonovias andlitsmaskur, hvørs effektiva verja ímóti Virus er testað við succes á altjóða góðkendum laboratorium. Í skrivandi løtu verður sagt úr Ísrael, at teir longu hava vaksinerað eina mill. fólk.

Gott nýggjár!

Johannes M. Olsen

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022