Janusz Korczak og børnini

Pól Huus Sólstein skrivar: Korczak og børnini blivu send til týningarleguna Treblinka, har tey øll blivu gassað og dripin í somu stund tey komu til leguna. Og hann fylgdi barnaheimsbørnunum trúfast seinasta teinin til gasskamarið.

26. januar 2021

Janusz Korczak og børnini

Tá ið dótturin á heysti 2019 slapp at verða partur av einum toymi hjá Barnabata, sum skuldi varpa ljós á rættindi hjá børnum, kom eg at hugsað um ein mann eg hevði hoyrt um, og hevði sæð á mínum óteljandi ferðum til Póllands.

Eg fortaldi henni, at á jødiska kirkjugarðinum í Warsawa stendur ein standmynd av honum; hattleysur, berandi eitt barn og leiðandi fleiri onnur. Maðurin var Janusz Korczak, og stóra fyrimyndin fyri grundleggjandi rættindini hjá børnum, sum fyrst vórðu niðurfeld í Póllandi í 1959, og sum vórðu staðfest í ST í 1989. Naglabundna lagnan er ein veruleiki, og sannleikans stund er fyri stavn. Stórsta fólkamorð í søgu menniskjans.

Onkursvegna kenni eg meg als ikki hava rætt til at tosa um Holocaust, men kanska kann hetta verða eitt klípi, við bara tað at minnast at tað hendi. Vit kunnu royna at lýsa tað, men til fulnar skilja vit tað ikki. Ísraelski søgufrøðingurin Gideon Greif sigur tað nokkso væl. Um so øll trø í verðini vórðu til pennar, og høvini vórðu til áir av blekki, ber ikki til at skriva um tað, og fult út sanna, hvat veruliga hendi undir Holocaust

Søgan
Í 1933 er nazistaflokkurin undir leiðslu av Adolfi Hitler komin til valdi í Týsklandi.
Í tí nazististisku samfelagsáskoðanini og verðinsmynd fylgdi ein klettatrúgv á, at tann ariska rasan (t.v.s. tann týska) var meira ment enn allar aðrar rasur og fólkasløg. Tey høvdu eina neiliga áskoðan á onnur fólk og rasur, og serliga jødarnir vóru ein trupulleiki í teirra eygum. Teir týsku jødarnir kendu seg sum týskarar, og uppførdu seg eisini sum týskarar, men nazistarnir og Hitler sóu niður á teir, og ynsktu uppá allar mátar at skaða teir. Í fyrstu atløgu vórðu teir stemplaðir sum ikki týskarar, men 15. september í 1935 vóru fleiri mismunandi lógir settar í gildi, fyri at skaða jødarnar; tær sokallaðu Nürnberglógirnar.

Nazistarnir royndu fyrst at taka øll rættindi frá jødunum, fyri síðan at noyða teir at rýma úr Týsklandi. Seinni forfylgdu nazistarnir jødunum enn meir, og oyðiløgdu meginpartin av teirra ognum; Krystalnáttina í november 1938. Øll tey, sum kundu, flýddu úr týsklandi, men nógvir jødar vóru eftir, við tað at teir ikki høvdu nakran møguleika at flýggja. Eitt annað, sum kanska eisini er viðkomandi í dag, er, at onnur lond í Europa ikki vildu taka ímóti jødunum, so á ein hátt vóru teir settir skákmát. Og tað er ræðandi at hugsað sær, at vit í Føroyum undir flóttafólkakreppuni í 2015 høvdu løgtingsfólk við herrópinum ”Onki flóttafólk til Føroyar, takk”! Grundgevinging var, at flóttafólkini ikki kundu tilføra føroyska samfelagnum nakað munagott! Og Adolf Hitler hevði ein dreym um, at har tað søguliga sæð høvdu búð týskara, og har tað í 1930-árunum búðu týskarar; har skuldu hann og nazistarnir nú ráða. Hann vildi tískil eitt týskt-stjórnað Europa - eitt týskt lívøki – sokallað Lebensraum. Ein onnur orsøk til tað týsku nazistisku víðkanina av øki var tørvurin á rávørum og øðrum tilfeingi, sum Týskland ikki sjávt ráddi yvir.

Tann týski víðkanarhugurin gekk allarfyrst útyvir Eysturríki, sum bleiv hertikið, ella innlimað týska ríkið 1938. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Kekkia í tveimum umførum (1938 og 1939) Umheimurin gjørdist av hesum ikki sørt ekkafullur yvir, hvat teir týsku nazistarnir kundu finna uppá, men vónaði, at man kundu sleppa undan kríggi. Týskland og Sovjetsamveldið, sum annars vóru sera mistrúgvin móti hvørjum øðrum, funnu saman og samdust um ein ikki-álopssáttmála í august 1939. Í hesum sáttmála var eisini ein loynilg avtala millum partarnar, at leypa á Póland og býta landið millum sín, saman við øðrum grannalondum.

Álopið á Pólland í september 1939
1. september í 1939 leyp tað nazistiska Týskland á grannalandið Pólland. Men Pólland hevði eina avtalu við Ongland og Frakland um hjálp, um so vildi til, at landið varð álopið. Londini hildu sína avtalu og 3. september 1939 bjóðaðu Ongland og Frakland Týsklandi av, og 2. heimsbardagi varð veruleiki. 17. september leyp Sovjetsamveldið eisini á Póland, og tá ið september mánaði var við at halla, var Póland noytt at geva seg yvir.

Póland varð býtt sundur í tvinnar lutir; ein russiskan og ein týskan. Vestur-Pólland varð innlimað í tað Týska Ríkið, og eystur-Pólland kom undir russiskt harradømi. Mið-Pólland kom undir eina sokallaða týskt stýrda Høvuðslandsstjórn. Meir enn 2 milliónir polskir jødar búðu nú í teimum týskt-stjórnaðu umráðunum. Jødahatrið hevði fingið veruligar fastatøkur. Og longu 12. oktober sama ár, varð lógin um at bera armband við tí gulu David-stjørnuni samtykt. Teir pólsku jødarnir vórðu fyrstu mánaðirnar í 1940 savnaðir í serligar býarpartar og býlingar, sokallaðar Ghettoir

Tann fyrsta av slíkum slag, varð ghettoin í Warsawa, sum, tá tað var mest av fólki, húsaði yvir ½ millión jødum á 7.000 fermetrum. Fyri pólsku jødarnar var støðan í hesum ghettoum ræðulig: hungur, sjúka, kuldi og hart tvingsilsarbeiði tók lívið av nógvum. Og harðast gekk tað yvir børnini og tey eldru.

Summarið 1941 leyp Týskland á Sovjetsamveldið, og harvið komu enn fleiri jødar undir týskt harradømi. Teir nógvu jødarnir gjørdust ein størri og størri trupulleiki fyri teir týsku nazistarnir. Og sum 1941 leið, var ein ætlan til reiðar, og varð hon endaliga staðfest á Wannsee-fundinum tann 20. januar 1942. Ein endalig loysn á Jøda-trupulleikanum: Die Endløsung.

Endaliga loysnin umfataði tvingsilsarbeiði og týning í serligum fangalegum. Allar ognir vórðu tiknar frá jødunum í teimum hertiknu londunum. Síðan vórðu tey send í ghettoir, síðan send til legurnar, har tey antin vóru send til hart arbeiði ella vóru førd til gasskømruni, har tey vórðu dripin í somu løtu tey komu.

Størsta og ræðuligasta legan var Auschwitz, sum lá í núverandi suður-Póllandi; ikki langt frá býnum Krakow. Her vóru meir enn 1,1 millión menniskju myrd í tíðarskeiðnum 1941 – 1945. Størsti parturin jødar. Lívið í Ghettounum var trupult og ræðuligt, men frá sumri 1942 skuldu jødarnir eisini fyrihalda seg til teir mongu tvingsilsflutningarnar til týningarlegurnar, og sum við tíðini tømdu ghettoirnar. Frá 1942 – 1943 vóru á leið 2 milliónir polskir jødar gassaðir og dripnir í ymsum týningarlegum. Sum teir seinastu vóru 80.000 jødar í 1944 tvangsfluttir úr ghettoini í Lodz til Auschwitz.

Ghettoirnar
Tær jødisku ghettoirnar í tí hersetta Póllandi vóru upprunaliga hugsaðar til eina planlagda flytan av teimum polsku jødunum. Í fyrstu atløgu var ætlanin at gera eitt sokallað ”jøda-øki” í eystur-partinum av Høvuðslandastjørnar umráðinum (Lublin ætlanin). Seinni í 1940 kom so ein nýggj ætlan um at flyta allar jødar, sum vóru undir nazistiskum valdi til oynna Madagaskar uttanfyri eysturstrond Afrikan. Bæði Lublin-ætlanin og Madagaskar-ætlanin vóru treytaðar av, at teir polsku jødarnar vóru samlaðir í serligum økjum, har teir lætt kundu flytast í stórum tali, tá ið ætlanin skuldi fremjast. Jødarnir vóru tískil tvungnir at flyta til býirnar, og stutt eftir eisini til serligar býarpartar. Serliga í Warsawa og í Lodz uppstóðu stórir jødiskir býarpartar. Sum frá leið, vórðu hesir býarpartar stongdir av frá restini av býnum. Harvið vórðu ghettoirnar skaptar. Hesar ghettoir vóru av nazistunum mettar sum en fyrisbils loysn. Nazistarnir vildu við hesari sokallaðu ghettosering av teimum polsku jødunum tryggja sær, at teir kundu flyta teir skjótt, tá ið tíðin til tað kom.

Harafturat vildi man avbyrgja jødarnar frá hinum landsins íbúgvum, og noyða teir at geva frá sær teirra krambúðir, handlar, ognir v.m., eins og tað í Týsklandi var ætlanin, at jødarnir skuldu hvørva úr vanliga gerandisdegnum. Harnæst vóru nazistarnir ræddir fyri sjúku og farsóttum, og vónaðu at sleppa undan teimum størstu smittuberunum (jødunum) við at avbyrgja teir.

At ghettoirnar vóru fyribils loysnir merkti, at jødarnir sjálvir máttu gjalda teirra mat, uttan at hava møguleika fyri at vinna sær pening. Nazistarnir vildu noyða jødarnar at brúka teirra seinastu oyru og onnur virði, við at tvinga teir at keypa sín egna mat og aðrar neyðsynjarvørur. Pólsku jødarnir vóru ikki serliga vælhavandi, so eftir stuttari tíð í ghettoini byrjað hungur og hall og neyð at vísa seg.

Teir týsku nazistarnir sóu skjótt, at ghetto ætlanirnar ikki vóru serliga hóskandi, og byrjaðu tískil at leggja nýggjar ætlanir at loysa jødiska trupulleikan. Í fyrstu atløgu vóru ghettoirnar lukkaðar heilt við múrum og píkatráði, soleiðis at jødarnir ikki sluppu út. Hetta, eisini fyri at tann vanligi pólendingurin ikki skuldu síggja, hvussu jødarnir høvdu tað í ghettounum.

Størsta polska ghettoin var sum áður nevnt Warsawa ghettoin, sum stóð liðug í 1941, og sum húsaði 500.000 jødum. Í Warsawa avgjørdu nazistarnir, at jødarnir máttu arbeiða fyri føðina. Og svongd var ein sera stórur trupulleiki. Jødarnir fingu bert 183 kaloriur um dagin at liva av. Og um teir fingu mat ella ikki, var ofta treytað av vælvilja frá nazistunum. Veitingarnar av mati vóru sera knappar og óregluligar, og hungursdeyði hoyrdu til dagsins óskil í ghettoini. Væntandi maturin viðførdi loynihandil og smugling. Sjálv matrestir og husdjór vóru keypt og seld fyri pening.

Ghettoirnar verða niðurlagdar
Aftaná at nazistarnir lupu á Sovjetsamveldið um summarið 1941, komu rættuliga nógvir jødar afturat undir týskt nazistiskt vald. Uppruna hugskotið hjá nazistunum, at tvingsilsflyta jødarnar varð nú slept. Nú vóru boðini, at allir óabeiðsførir, herímillum kvinnur og børn skuldu drepast. Teir jødar sum kundu arbeiða, sluppu at liva, so leingi tey vóru sunn og røsk. Tá hesi viknaðu, skuldu tey eisini drepast. Úr ymsum heraðshornum í Europa byrjaðu nazistarnir at senda jødarnar eystureftir, m.a. til Pólands. Og fyri at fáa pláss til teir nýggjur jødarnar, varð tað, orsakað av plásstroti neyðugt at beina fyri teimum veikastu, sjúku, óarbeiðsføru og børnunum.

Hópmorð á jødarnar
Samstundis sum man flutti fleiri og fleiri jødar eystureftir og harvið eisini tømdi tær polsku ghettoirnar, arbeiddu teir týsku nazistarnir við ymsum ætlanum, hvussu man kundi beina fyri jødunum og øðrum útskotum (Sigoynarar, samkynd, sálarsjúk v.m.) í størri tali. Á heysti 1941 komu nazistarnir fram til, at tann munabesti mátin at beina fyri størri tali av fólki, var at gassa tey. Fyrsta hópmorðið á jødar við gassi fór fram í tí nýbygdu týningarleguni Chelmno í december 1941. Hetta vóru óarbeiðsførir jødar úr ghettoini í Lodz.

Í byrjanini av 1942, aftaná tann kenda Wannsee fundin, sum var leiddur av Reinhard Heydric; ovastanum fyri týsku trygdarløgregluna, varð endaliga loysnin á jødatrupulleikanum løgd fyri dagin. Við «OPERATION REINHARD» byrjaðu  týsku nazistarnir at tøma og rudda tær polskt-jødisku ghettoirnar. Jødarnir vóru sendir til sokallaðar týningarlegur, har teir vórðu gassaðir. Í Høvuðslandstjórnini, vóru triggjar týningarlegur reistar; Belzec, Sobibor og Treblinka. Hesar legur høvdu eittans endamál, og tað var at týna polsku jødarnar. Í tíðarskeiðnum 1942-1943 vórðu næstan 2 milliónir jødar gassaðir til deyðis í hesum legum.

Fyrsti flutningurin av jødum úr Warszawa ghettoini var 22. juli 1942. Alment varð sagt, at jødarnir skuldu flytast til at arbeiða uttanfyri ghettoina, men í veruleikanum vórðu teir, á leið 5000 jødarnir fluttir beinleiðis til Treblinka og gassaðir til deyðis. Og næstu 2 mánaðirnar vórðu á leið 350.000 jødar úr ghettoini í Warsawa dripnir á hendan hátt. Og tá ið kríggið var av, vóru á leið 2,7 mill jødar deyðir í týningarlegum í Polen.

Korczak
Mitt í hesum menniskjaliga Helviti á jørð, inni í Warsawa ghettoini, brann eitt lítið ljós yvir tilveruni. Hetta lítla ljós var rithøvundurin og lærarin Henryk Godszmit, betri kendur við sínum polska navni Janusz Korczak.

Korczak var jødiskur polskur barnalækni, rithøvundur og lærari, og leiðari á einum barnaheimi í Warsawa í tíðarskeiðnum 1912 til 1942. Hann var serliga kendur fyri sína áskoðan á tað einstaka menniskjað, og fyri sína djúpu virðing fyri sínum børnum og teirra rættindum. Stary Doktor – "tann gamli læknin" varð hann kallaður. Á sínum barnaheimi, sum hann var leiðari fyri, saman við kvinnuni Stefania Wilczynska – Stefa, setti hann á stovn barnanna egna dómstól. Her vóru børnini uppald til at døma uppbyggiligar dómar, fyri ymisk brot á reglurnar á barnaheiminum. Hann setti á stovn eitt barnating (parlament), har lógir barnanna vórðu samtyktar. Og børnini høvdu sítt egna blað á heiminum. Til tíðir høvdu tey barnasjónleik, sum var óvanligt tá í tíðini. Bæði kendir sjónleikir, og eisini sjónleikir, sum børnini sjálv høvt evnað til. Korczak skrivaði bøkur til børnini; oftast ævintýr sum kundu fortelja børnunum um lívsins loyndamál, vandar og avbjóðingar. Eisini hevði hann eitt barnaútvarp, men tí steðgaðu myndugleikarnir. Hann var talsmaður fyri at børn vóru viðfarin við somu virðing sum vaksin, og við somu rættindum sum vaksin.

Tá ið Nazistarnir hertóku Póland, og byrjaðu at flyta jødarnar í ghettoir, var barnaheimið hjá Korczak og Stefu eisini flutt inn í ghettoina í Warsawa. Í fyrstani húsaðust tey í Chlodnagøtu nr. 33, og seinni í Siennagøtu nr. 16. Við tí hungri og halli sum valdaði í ghettoini, gekk Korczak støðugt runt og biddaði mat og heilivág til børnini. Vinir Korczak bjóðaðu sær at smugla hann út úr ghettoini, men hann vildi heldur vera har, hjá børnum sínum. Og tann 5. august í 1942 var tíðin komin til Korczak, Stefu og børn teirra; 196 børn. Ein drongur, sum búði á barnaheiminum, hevði eina fiól. Hann spældi og hini sungu, meðan tey øll fóru úr ghettoini yvir til Umschlagplatz, sum var staðið har jarnbreytarvognarnir stóðu og bíðaðu. Børnini vóru í sínum bestu klæðum. Korczak hevði fortalt fyri børnunum, at tey skuldu út á bø-landið, og sluppu úr ræðuligu og trongu korunum í Ghettoini. Nú skuldu tey út í náttúruna, nú skuldu tey øll fegnast og vera glað. Og hann bað tey hava eina dukku, eina leiku, ella eina bók við, fyri at halda mótinum uppi.

Tað var eins og eitt kraftarverk. Tey sløk tveyhundrað børnini grótu ikki. Tveyhundað reinar sálir, dømdar til deyðis grótu ikki. Og onki av børnum royndi at rýma. Og ongin royndi at krógva seg. Sum smáar svalir hildu tey seg tætt at sínum lærara, ráðgeva, pápa og bróður Janusz Korczak, so hann kundi verja tey.

Janusz Korczak gekk, við upprættum høvdi, við einum barni í fanginum, leiðandi eitt annað. Hattleysur, við einum leðurbelti um miðjuna og í longum svørtum leðurstyvlum. Stefa og nøkur hjálparfólk av barnaheiminum vóru eisini saman við børnunum. Á báðum síðum vøru hermenn og politistar. Tað var sum um tey vóru borðin til altarið at verða doypt. Og sjálvt gøtusteinarnir og flísarnar grótu hendan dagin, skoðandi hesa barnaskrúðgongu (Joshua Perle, eygnavitni).

Korczak og børnini vórðu send til týningarleguna Treblinka, har tey øll vórðu gassað og dripin í somu stund tey komu til leguna. Og hann fylgdi barnaheims børnunum trúfastur, seinasta teinin til gasskamarið.

Hansara tilgongd til barnauppaling í eftirkrígstíðini hevur givið íblástur til lógarsmíð til fyrimuns fyri børn. Og ikki óvæntað var tað júst Pólland, sum gjørdist ein virkin stuðul og stigtakari at fyrireika eina kunngerð um barnarættindi í 1959. Og 30 ár seinni varð Barnarættindasáttmálin samtyktur á ST-aðafundinum í New York í 1989. Og hann er eisini í gildi í Føroyum.

Pól Huus Sólstein

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022