Ísrael í hernað móti umfatandi misinformasjón

Myndugleikarnir í Ísrael hava sett á stovn miðstøð, sum stríðist ímóti misinformasjón um koronavaksinuna og fær fólk til at siga nei til koronasproytuna.

16. februar 2021

At byrja við fingu um 100.000 til 120.000 sproytuna um dagin, men nú vísa seinastu tølini at hetta tal er komið niður á 60.000 um dagin.

- Tíverri gera følsku tíðindini á sosialu miðlunum og í pressuni stóran skaða. Fólk eru ikki nóg bangin fyri koronavirusinum, sigur Kalanit Kaye við Times of Israel.

- Okkara trupulleiki er, at ein heilur ídnaður er sprottin út frá hesi somu lítlu ideologisku kjarnu, segði hann við avísina Haaretz leygardagin, skrivar danska TV 2.

Átøkini móti misinformasjón eru eisini vend móti ortodoksu jødunum í Ísrael, sum eru sera ivingarsamir viðvíkjandi vaksinuni.

Millum annað sendu myndugleikarnir sunnudagin tann 14. februar eina almenna ávaring út móti jødiska rabbinanum Yuval Hacohen Asherov, sum marknaðarførdi seg sum alternativur viðgerði og helt uppá, at vaksinan móti koronavirusinum er lívshættislig og skaðilig fyri gitnaðarføri.

Kelda:  vp.fo

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022