ÍSRAEL LETUR UPP LOFTRÚMIÐ

ÍSRAEL LETUR UPP LOFTRÚMIÐ TIL TESS AT TAKA ÍMÓTI HUNDRAÐTALS NÝGGJUM OLIM (TILFLYTARUM) ÚR ETIOPIA

16. februar 2021

Millum tey nýkomnu er seks ára gamli Binyamin Tashafun, ið hevur tørv á eini lívbjargandi viðgerð til tess at rætta uppá eitt viðføtt hjartabrek.
Aliyah heldur fram hóast altjóða floghavnin, Ben-Gurion, tekniskt sæð er stongd orsaka Korona. Men fríggjadagin lendi eitt flogfar við 330 nýggjum tilflytarum úr Etiopia.
Millum ferðafólkini vóru 69 børn, harav 17 pinkubørn og smábørn, tvey ár og yngri.
Flogfarið, sum lendið fríggjadagin í Ísrael, var tað sjeynda í røðini í einum átaki, sett í verk av Aliyah- og Sameiningar ráðharranum Pnina Tamano-Shata.
Áðrenn farið varð úr Etiopia vórðu øll kannað og funnin at vera Korona frí. Longu fríggjadagin verða tey sett í sóttarhald sambart krøvunum, sum eru galdandi í Ísrael og hýst í serligum hølum, ið eru rikin av Aliyah- og Sameiningar tænastuni, Jewish Agency í samstarvi við heimaverjuleiðsluna hjá IDF (Israel Defence Force).
Ein av teimum ungu Olim (tilflytarunum), var seks ára gamli Binyamin Tasfahun, føddur við hjartabreki og hevði tørv á  lívbjargandi viðgerð. Tá ið Ísrael gjørdi av at steingja Ben Gurion floghavnina vóru foreldur Binyamins kunnað um at ferðin mátti útsetast. Hósdagin fóru mótmælini ímóti avgerðini, sum eldur á Twitter og ein, Avi Yalou, helt tað vera ótrúligt at songkvinnan Ninette Tayeb fekk serligt loyvi at flúgva út úr Ísrael samstundis sum Benyamin var noyddur at bíða eftir viðgerð, ið hann bert kundi fáa í Ísrael.
Pnina Tamano-Shata segði, at: “hvør einasta Aliyah úr Etiopia er spennandi og serlig, men henda flogferðin er serliga hjartanemandi, av tí at hon varð útsett tvær reisur orsaka av stongdum loftrúmi.
Íbúgvar Ìsraels eiga at vita, at sjálvt í krepputíðum er loftrúmið ikki fullkomiliga stongt fyrí nýggjum Olim; hurðin er altíð opin fyri nýggjum jødum. Eg vóni at hesir nýggju Olim kunnu halda komandi sabbatin í allari sínari dýrd í Ísrael”.
Pnina Tamano-Shata legði afturat, at so skjótt sum hon hoyrdi um Binyamin Tasfahun avgjørdi hon persónliga at taka sær av málinum: “Koma hansara til Ísraels hevði við sær eitt stríð ímóti skrivstovuveldinum, men at tað var eitt strið, sum mátti stríðast, eitt jødiskt menniskjanligt stríð.... eg ynski lítla Binyamin góða heilsu og skjótan bata”, legði hon aftrat.

Kelda: Israel Hayom

Myndin: Nýggir tilflytarar úr Etiopia koma úr flogfarinum í Tel Aviv fríggjadagin 12. februar 2021  -  

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022