NETANYAHU NÁTT MÁLINUM

NETANYAHU NÁTT MÁLINUM: AT KOPPSETA 4 MILLIÓNIR ÍSRAELAR

18. februar 2021

Benjamin Netanyahu heitir nú á tey 570,000, eldri enn 50 ár, sum enn ikki eru koppsett, at gera tað sum skjótast. “So vit kunnu basa Koronavirusinum!”
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri Ísraels og heilsumálaráðharrin Yuli Edelstein hittu týsdagin ísraelska borgara nr. 4 millión, ið varð koppsettur ímóti Korona. Hetta hendi á koppingarmiðstøðini, National Health Insurance Fund í Jerusalem.
Hjástaddir vóru eisini borgarstjórin í Jerusalem, Moshe Leon, nevndarformaðurin í Leumi Health Insurance Fund, Yakov Edri, og stjórin í Leumit Health Insurance Fund, Haim Fernandez.
Forsætisráðharrin segði á samkomuni: “Eg vil her á staðnum heita á tey 570,000 omanfyri 50 ár, ið enn ikki hava latið seg koppseta. Næstan 100% av teimum álvarsliga sjúku, ella deyðu eru at finna í hesum bólki."
"Tað gevur onga meining um tú ikki fer at lata teg koppseta orsaka av einum lítlum priki, hvørs hjáárin, í ringasta fall er, at tú kennir teg ótilpassar nakrar tímar – um tú ikki gert tað so setir tú lívið í vanda ella fært eina álvarsliga varandi sjúku” legði hann afturat.
“Fyrsta grundin til at lata seg koppseta er vandin, ið stendst av ikki at verða koppsettur, sum er nógv størri enn tann lítli ampin tú kennir á tær í nakrar tímar orsaka koppsetingini. Næsta grundin at lata seg koppseta er, at vit nú seta í verk tað grøna passið so tú kanst luttaka í ítrótti, flúgva uttanlands, vitja matstovur og mangt annað. Triðja grundin er uppaftur meiri týðningarmikil: ikke einans bjargar tú tær sjálvum og um ikki tú letur teg koppseta fara fleiri at gerast álvarsliga sjúk og ovbyrja okkara sjúkrahúsverk og hava við sær eina nýggja samfelags afturlating”.
“So, at bjarga lívi tínum og loyva øllum okkum at fáa lívið aftur: far og lat teg koppseta!. Vinarliga ger tað nú, so eru vit sloppin úr koronakreppuni. Vit kunnu fullkomiliga sleppa úr kreppuni um 570,000 fólk lata seg koppseta. Far og lat teg koppseta sum skjótast, tað eru mín áheitan!”, segði Netanyahu at enda.

Kelda: Arutz Sheva

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022