LÓGARUPPSKOT AT VERJA ÍSRAEL ÍMÓTI ICC

LÓGARUPPSKOT LAGT FYRI KNESSET AT VERJA ÍSRAEL ÍMÓTI ICC. Altjóða Dómstólurin í Hague ICC (International Criminal Gourt) ætlar at kanna, um Ísrael hevur framt krígsbrotsverk á palestinskum øki. Ísrael er ikki limur í ICC.

22. februar 2021

Spurningurin er, hvussu sambandið millum Ísrael og Altjóða Dómstólin í Hague fer at vera, nú bretski mannarættinda sakførarin Karim Khan er valdur høvuðsákæri vegna dómstólin.
     Sum tíðindastovan Israel Hayom hevur skrivað, so fer valið av Karim Khan allarhelst at hava við sær, at myndugleikarnir í Jerusalem fara at umhugsa, at seta í verk samskiftisbann við ICC.
     Sakførarafelagsskapurin Shurat Hadin-Israel Law Center hevur ta áskoðan, at Ísrael eigur ikki at samstarva við ICC og eigur at seta í verk eina lóg, sum forðar fyri tí; teir hava eitt uppskot klárt at leggja fyri Knesset. Uppskotið bannar virkseminum hjá ICC í Ísrael og áleggur fongsulsrevsing á hvønn persón, ið letur upplýsingar til ICC, uttan góðkenning frá løgmálaráðnum.
     Shurat Hadin-Israel Law Center heldur, at líkamikið hvør er høvuðsákæri fyri ICC, er tað týðningarmikið at Ísrael gevst við at samstarva við ICC - har Ísrael ikki er limur. Tí er eitt lógaruppskot lagt fram, sum forðar ICC at gera rannsóknir í Ísrael ella at kanna ísraelar. Í mong ár hevur Amerika havt slíka lóg og somuleiðis Kenya, ið hevur verið kannað av ICC.
     Lógaruppskotið hevur fleiri stig til tess at hindra kanningum av Ísrael; til dømis fimm ára fongsulsrevsing og fíggjarliga revsing til ein hvønn borgara, ella áhugabólk (NGO), ið letur eitt hvørt slag av upplýsingum til ICC, annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis; 5 ára revsing til tann, ið letur ICC tænastur; bann ímóti fíggjarligum sambandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, við ICC, íroknað møguleikan at ICC leigar sær fólk at fregnast inni í Ísrael. Bann ímóti at ein stjórnarskrivstova, ella starvsfólk, letur upplýsingar frá sær til ICC ella eitt umboð fyri ICC, uttan greitt loyvi frá løgmálaráðharranum; bann ímóti at handa yvir til ICC ella triðjapart, ein hvønn persón, ið ICC kundi hugsa sær, at kanna ella handtaka, og eitt bann at ICC-umboð fá loyvi at koma inn í Ísrael at reka virksemi innan landamørk Ísraels.
     Lógaruppskotið skjýtur eisini upp, at ognir hjá ICC í Ísrael verða at rokna sum ognir hjá einum yvirgangsbólki; at forða fremmandum embætisfólkum í Ísrael at hjálpa ICC; áleggur stjórnini í Ísrael at geva hvørjum ísraela, sum ICC kannar, fíggjarliga og løgfrøðiliga hjálp.
     Shurat Hadin sigur, at lógin er skrivað og búgvin at leggja fram á 24. Knesset setu.
     “Ísrael verður noytt at gera tað, ið USA gjørdi fyri tjúgu árum síðan, tá ið ICC varð stovnað", segði formaðurin fyri Shurat Hadin, Nitsan Darshan-Leitner við Israel Hayom. "Vit hava drálað við hesu lóg í langa tíð, men nú snørir at í Hague”, legði Shuran Darshan-Leitner aftrat.
     “Ísrael má gera alt í sínari makt, til tess at forða ICC at seta í verk átøk ímóti Ísrael. Meðan ICC tekur eina anti-semittiska støðu mótvegis landinum Ísrael og IDF hermonnum tess, mugu vit seta í verk eina lóg, soleiðis at einki ísraelsk embætisfólk ella stovnur letur upplýsingar, ið virka ímóti Ísrael, til ICC. Ísrael hevur eitt óheft og sterkt
lógarverk, og tá ið illgruni um krígsmisbrot stinga seg upp, verður málið kannað í størsta álvara”, segði Darshan-Leitner at enda.

Kelda: Israel Hayom

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022