KATAR FÍGGJAR GASSLEIÐING ÚR ÍSRAEL INN Í GAZA

KATAR LETUR 60 MILL USD TIL TESS AT FÍGGJA EINA GASSLEIÐING ÚR ÍSRAEL INN Í GAZA Fleirtjóðaætlanin fer at syrgja fyri at jarðgass frá Leviathan boripallinum fer at renna ígjøgnum eina nýggja rørleiðing inn í Gaza geiran til tess at reka einasta elorkuverkið og gera enda á endaleysum streymsliti og orkukreppu, sum hevur skatt búskapin meint.

02. mars 2021

Fráboðan Katars, ið var lýst á heimasíðu uttanríkisráðsins, kom tveir dagar aftaná, at tað var fráboðað, at samráðingar handan afturlatnum hurðum høvdu givið úrslit.
At Katar alment kemur fram, styrkir ætlanina, sum skal verða komin ígongd í 2023. Ætlanin er, at jarðgass frá Leviathan økinum, ið Chevron rekur í eystara partinum av Miðjarahavi, skal renna ígjøgnum eina verandi rørleiðing inn í Ìsrael og so haðani inn í Gaza ígjøgnum eina nýggja rørleiðing
Tað sigst at ES hevur játtað 24,448.800 USD, at fíggja rørleiðingina inni á Gaza økinum.
Palestinski forsetin Mohammad Shtayyeh tók væl ímóti ætlanini og helt fyri ”at rørleiðingin fór til fulnar at loysa elorku kreppuna í Gaza”.
Í mong ár hevur ætlanin bert eitt fjart hugskot orsaka av stríðnum millum Ísrael og palestina arabarnar, og somuleiðis stríð og klandur innanhýsis hjá palestina arabarum. Embætismenn siga, at ísraelar, palestinar, Katar og ES-áhugamál eru runnin saman tær seinastu vikurnar til tess at gera ætlanirnar meira ítøkiligar.
Ísrael og Egyptaland hava, av trygdarávum, eina stranga handilsforðing móti Gaza, orsaka mistálit á islamistiska bólkin Hamas, ið fekk ræði á Gaza í 2007.
Sum støðan er ídag so framleiðir tað einasta elorkuverkið í Gaza bert streym 12 tímar um samdøgrið. Verkið brúkar dieselolju, sum er dýr og dálkar illa.

Kelda: Ynet News

Myndin:  Einasta orkuverk í Gaza, sum bara megnar at veita streym helvtina av samdøgrinum.

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022