Í 2011 var um reppið at Ísrael lat Golan frá sær

Sambart Saudi Arabiska blaðnum Asharq Al-Awsat vóru samráðingarnar komnar so langt, at eitt skjal lá til reiðar at undirskriva.

05. mars 2021

OBAMA LOVAÐI SÝRIA, AT ÍSRAEL SKULDI TAKA SEG AFTUR AV GOLAN

Nakrar fáar mánaðir áðrenn borgarakríggið í Sýria brast á í mars 2011 beyð Barack Obama stjórnin í U.S.A.  Assad stýrinum í Sýria, at Ísrael skuldi taka seg aftur av Golanhæddunum, afturfyri at Sýria kvetti bondini við Iran og Hezbollah; hetta upplýsir arabiska blaðið Asharq Al- Awsat, ið hevur høvuðsskrivstovu í London.
     Blaðið sigur, at sambart upplýsingunum, sum komu frá amerikonskum og sýriskum embætisfólki, ið vóru við í samráðingunum, so vóru samráðingarnar so mikið langt ávegis komnar, at eitt skjal lá klárt at undirskriva.
     Fyri U.S.A. vóru amerikanski sendimaðurin Frederic Hof og fyrrverandi uttanríkisráðharrin Hillary Clinton við í samráðingunum.
     Skotið varð upp, at Sýria skuldi slíta alt hernaðarligt samband við Iran og Hezbollah afturfyri at ísrael tók seg aftur av Golan Hæddunum til 1967 markið.
     Asharq Al- Awsat er eitt Saudi Arabiskt blað, sum ofta kunngerð almennu støðuna hjá stýrinum. Tað er ikki óhugsandi at stundin, at leysgeva hesa frásøgnina ikki er tilvildarlig, men var ætlað at leggja trýst á Biden stjórnina í sambandi við Iransku kjarnorkuætlaninar.
     Frásøgnin er ikki váttað av embætisfólki í amerikonsku stjórnini ella sýrisku fyrisitingini, men samsvarar við tað sum fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry sigur i bók síni “Every Day Is Extra”.
     Frásøgnin sigur, at síðsti fundurin millum sýriska forsetan Bashar Assad og Frederic Hof varð hildin 28. feb. 2011 tá ið arabiska várið var í hæddini, og noyddi stjórnirnar í Libya og Egyptalandi frá valdinum og var júst tá farið at breiða seg til Damaskus.

Kelda: Israel Hayom

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 31. mars 2025 kl. 19 úti á Fløtum.
12. mars 2025
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022