Grátimúrurin fær ábøtur

2000-ára gamli Grátimúrurin, eisini kallaður Vesturmúrurin, fær ábøtur, nú áðrenn páskahátíðina.

11. mars 2021

Ein góðan sólríkan dag í Jerusalem, meðan fuglar reiðrast í sprungunum, senda teir 2000-ára gomlu steinarnir sítt serliga ljós frá sær.
Tað var ein slíkan dag, at savnsvørðarnir frá Israel Antiquities Authority (IAA) byrjaðu sítt varðveitingar arbeiði; at fyrireika økið til ta jødisku páskahøgtíðina. Umvælingin umfatar at spræna eina serliga kálksteins límblanding í steinarnar til tess, at varðveita og styrkja teir.
“Teir 2000-ára gomlu steinarnir eru útsettir fyri veður og vind, so vit mugu syrgja fyri at styrkja teir” sigur Yossi Vaknin leiðari fyri IAA. “Okkara kanning, annaðhvørt ár, ger okkum førar fyri at fylgja við hvørjum tí einasta steini. Vit hava eitt eyðkennis kort fyri hvønn av teimum hundraðtals steinum, so vit kunnu fylgja við hvørjum steini sær. Seinasta kanning okkara vísir, at neyðugt er at viðgera uttasta lagið á fleiri steinum. Tað verður ikki borað inn í steinin, men vit spræna eina kálksteins límblanding inn í rivur og sprungur. Tað vísir seg at verða tann besti hátturin at verja hesar  týdningarmiklasta steinarnar í heiminum.
Arbeiðið verður gjørt við góðkenning frá Shmuel Rabinowitz, sum er rabbinari Grátimúrsins.
Múrurin og torgið eru vanliga kannaði tvær reisur um árið; áðrenn Páskir og Rosh Hashanah, til tess at fyrireika økið fyri teimum milliónum av vitjandi, sum vanliga streyma til staðið.
Stívliga 12 milliónir fólk koma til Grátimúrin um árið, sigur stjórin fyri Western Wall Heritage Foundation Mordechai (Suli) Eliav. "Í skugganum av Korona vitja nógv fólk Múrin á netinum, men vit fyrireika okkum til at vitjandi koma til Múrin og tí royna vit at gera alt í okkara makt at varðveita steinar múrsins, so at trygt er fyri tey vitjandi og tilbiðjarar at koma.

Kelda: Jerusalem Post

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 31. mars 2025 kl. 19 úti á Fløtum.
12. mars 2025
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022