U17 - Genturnar til Ísrael

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í heyst - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Hósdagin var lutakast í samband við komandi EM-undankappingar hjá U17- og U19-landsliðini við gentum, sum verða í oktober og november mánað.

12. mars 2021

U17-genturnar komu í bólk B4 saman við Slovakia og Ísrael. Kappingin verður spæld í Ísrael um mánaðarskifti oktober-november.

Fyri U19-genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B1 saman við Hvítarusslandi, Norðurmakedónia og Kýpros. Kappingin verður á Kýpros í døgunum 18. til 26. oktober.

Eftir ætlan skuldi U19-landsliðið við gentum spæla tvær EM-undankappingar í hesum árinum. Planurin var, at undankappingin, sum skuldi verða í Póllandi um heysti í fjør, men sum vegna korona bleiv avlýst, skuldi avgreiðast í apríl mánað í ár.

Men farsóttin vil ikki ordiliga sleppa, og nú hevur UEFA avgjørt, at U19-undankappingarnar hjá bæði gentum og dreingjum, sum skuldu verða í fjør, eru endaliga avlýstar.​

Mynd:  Bjarni Enghamar

Kelda:  vp.fo  

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 31. mars 2025 kl. 19 úti á Fløtum.
12. mars 2025
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022