300 nýggir tilflytarar úr Etiopia

Umleið 300 nýggir tilflytarar úr Etiopia, lendu hósdagin (11. mars 2021) á Ben Gurion altjóða flogvøllinum í Ísrael. Hetta var nýggjundu og seinasta flogferðini í “Operation Zur Israel”, sum varð sett í verk í desember í fjør. Hetta er ein liður í tiltakinum hjá stjórnini, at stuðla 2000 limum í Jødiska-Etiopiska bólkinum at gera Aliyah.

15. mars 2021

Teir nýggju tilflytarnir, saman við 1700 etiopum, sum longu eru komnir loftvegis til Ísraels, eru partur av einum tiltaki, leitt av Aliyah og Integration Minister MK Pnina Tamano-Shato og Jewish Agency formanninum Isaac Herzog.
Síðsta flogferðin hjá "Operation Zur Israel" var í dag og sameindi fleiri familjur, sum hava verið sundurskildar í alt ov mong ár. “Hetta er ein løta, ið rørir hjartastreingir og minnir okkum á, at ætlan okkara, at fáa restina av limunum í etiopiska bólkinum, ið bíða eftir at gera Aliyah, er langtfrá liðugt”, segði Herzog.
"Operation Zur Israel" hevur higartil tikið ímóti 893 børnum, 250 ungum vaksnum í aldrinum 18-24, 70 pinkubørnum og 35 eldri enn 70 ár.
“Hetta er ein ætlan, sum er komin er væl áleiðis, men als ikki liðug. "Eg eri takksom fyri tann heiður, at standa fyri "Operation Zur Israel", men tó so, átak Ísraels, at tryggja Ailyah fyri restina av jødunum í Etiopia er ikki fullført enn”, segði Pnina Tamano-Shata.

Kelda: Israel Hoyim

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 31. mars 2025 kl. 19 úti á Fløtum.
12. mars 2025
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022