• Ísraelski konservatorurin Tanya Bitler vísir her fram lutir frá pørtum av eini skriftrullu, sum er 2000 ára gomul, og sum verður umrødd sum eitt tað mest týðandi fundið síðani Deyðahavsrullurnar. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix / Kelda: in.fo

"NÝGGJAR" DEYÐAHAVSRULLUR FUNNAR

VÍÐAGITNU DEYÐAHAVSRULLURNAR VÓRÐU FUNNAR Í 1947. NÚ ERU AFTUR DEYÐAHAVS RULLUR FUNNAR Í EINUM HELLI Í JUDEAOYÐIMØRKINI. Í einum átaki at forða tjóvum at ræna fornlutir, funnu ísraelsku fornmyndugleikarnir eina beinagrind, sum er 6000-ára gomul og eina kurv, ið er tann elsta og best varðveitta kurvin, sum nakrantíð er funnin.

16. mars 2021

Fornfrøðingarnir kunngjørdu týsdagin, at teir høvdu funnið ein hóp av nýggjum Deyðahavs bókrullum við bíbilskum teksti. Tær vórðu funnar í einum oyðimarkahelli, og hildið verður, at tær vórðu fjaldar undir Bar-Kocha uppreistrinum.
     Á skinnhandritspettunum er grikskur tekstur úr bókunum "Zakarias" og "Nahum". Tey eru tíðarfest við radiocarbon háttinum og stava frá aðru øld fyri Kristi føðing - hetta, sambart Israel Antiquities Authority (IAA).
    Tania Bitler, Dr. Oren Abelman og Beatriz Riestra á Deyðahavsbókarulludeildini hjá IAA hava arbeitt við at grannska og varðveita pettini. Tey sóu, at ein av tekstunum var ein griksk umseting av Zakarias 8, 16-17. Teksturin er hesin: “Hetta er tað, ið tit skulu gera: Talið sannleika, hvør við annan, dømið í portrum tykkara rættvísar dómar og dómar, ið elva til frið. Upphugsið ikki ilt hvør ímóti øðrum í hjarta tykkara, og elski ikki rangan eið! Tí alt slíkt hati eg – sigur Harrin”.
     Granskararnir halda, at tveir ymiskir skriftlærdir hava skrivað hesi bæði ørindini.
     Eitt annað petti hevur ørindini 5-6 í Nahum 1. kapitli: ”Fjøllini skelva fyri Honum, og heyggjarnir bráðna; jørðin lyftir seg upp fyri ásjón Hansara, jarðarríki og øll, ið har búgva. Hvør verður standandi, táið Hann verður illur! Hvør er mentur at bera brennandi vreiði Hansara! Vreiði Hansara geisar fram sum eldur, og fjøllini bresta sundur fyri Honum”.
     Teir halda, at hesi nýfunnu pettini hoyra til skinnhandritini, ið vórðu funnin í ”The cave of horror” (Ræðuleikans Helli), uppkallað eftir teimum 40 beinagrindunum, funnar í hellinum í útgrevstrinum í 1960, sum eisini hevur eina grikska útgávu av teimum smáu profetunum. Hellið er í einari fjartliggjandi gjógv í Judeaoyðimørkini sunnanfyri Jerusalem.
Teir halda, at pettini vórðu krógvað í hellinum í Bar-Kocha uppreistrinum ímóti Rómverska veldinum, árini 132 - 136 eftir Kristi føðing.
     Lutirnir vórðu funnir meðan IAA gjørdi eitt átak í Judeaoyðimørkini, at finna bókrullur og aðrar fornlutir, til tess at forða rænarum, at finna teir. IAA hevði tíðindafund týsdagin, har teir avdúkaðu fornlutirnar.
     Eitt tjóðarátak, at granska og grava út í oyðimarkahellum og -gjáum í Judeaoyðimørkini hevur verið ávegis síðan 2017.
     IAA, í samstarvi við starvsfólkaleiðarin á fornfrøðideildini og almennu umsitingini hjá Israeli Defence Force (IDF) í Judea og Samaria hevur leitt átakið, sum Jerusalem Affairs og Heritage Ministry fíggjar.
     Stjórin í IAA, Israel Hasson, sigur, at farið varð undir útgrevsturin eftir at gravránarar vóru farnir at rótast í hellinum. Hann heldur, at fundurin eigur at føra til størri játtan til at halda fram við granskingini, sum higartil bara er komin hálvan veg.
     Útgrevstrarnir hava verið í fleiri ár í hellunum og millum klettarnar í oyðimørkini í Judea, har fornfrøðingarnir hava nýtt dronur og serliga fjallaklintraraútgerð.
     Í tí 80 ferkilometra stóra økinum í Judea og Samaria hava fornførðingarnir eisini funnið myntir, sum eru dagfestar til tíðina við jødanna lagnutunga og miseydnaða Bar Kochba-uppreistri ímóti rómverjum í aðru øld.
     Men tó; tað var ikki bara bókarullur, ið funnar vórðu. Fornfrøðingarnir funnu eisini eina 6000-ára gamla gentubeinagrind; eina kurv, tann elsta nakrantíð funnin í heiminum, óskalað og heil, og mett at vera eini 10.500 ára gomul.
     Smærri lutir vórðu eisini funnir, t.d. ørvaroddar, klæðnastykkir og sandalir.
     Fyrstu Deyðahavsrullurnar fann ein geitarhirða í einum helli við Deyðahavið í 1947. Í tíðarskeiðnum fram til 1956 vórðu funnar umleið 800 rullur í 11 hellum við Qumran, nærindis Deyðahavi.
     Nógvar av rullunum eru stumpar, sum granskarar hava sett saman. Funnir eru umleið 100.000 stumpar av pergamentrullum.
     Deyðahavsrullurnar liggja nú á ísraelska tjóðsavninum í Jerusalem. Rullurnar eru frá ári 200 fyri Kristi føðing, til ár 100 eftir Kristi føðing. Á rullunum er bók Esaiasar, allir 66 kapitlarnir, sum eitt prógv um, at bók Esaisar, sum er varðveitt í Bíbliuni, er fullkomiliga røtt. 

Kelda: Israel Hoyom og Ritzau/AFP, in.fo

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022