EIN AV SPJADDU ÆTTUM ÍSRAELS Í INDIA FYRIREIKAR SEG TIL PÁSKIRNAR

Myndin vísir limir í Bnei Menashe ættarbólkinum baka “Matza” (ósúrgað breyð) í Shavei Israel Hebrew Center í Churachandpur í India.

29. mars 2021

Bnei Menashe, ella synir Manassasar, siga seg vera eftirkomarar frá einari av teimum tíggju ættum Ísraels, sum vóru riknar í útlegd undir Assýria heimsveldinum, fyri meira enn 27 øldum síðan.
     Forfedrar teirra reikaðu í øldir gjøgnum Miðasia og Fjareystur inntil loksins, at búseta seg í norðeystur India framvið markinum til Burma (Myanmar) og Bangladesh.
     Á ferð teirra í útlegd hildu tey fast við sína jødisku trúgv eins og forfedrarnir; sabbatin, kosher, høgtíðirnar og reinførislógirnar.
     “Páskirnar bera boð um frígering jødanna og er tað ein høgtíð, ið stingur djúpt hjá Bnei Menashim” segði stovnarin og formaðurin fyri Shavi Israel Michael Freund.
     Páskaaftan fara túsundtals Bnei Menashe jødar í fjarskotna norðureystur India at sessast og fylgja siðvenjuni (Seder) at eta páskamáltíð, ið ber boð um vónina tey hava havt ígjøgnum mong ættarlið: at gera Aliyah og venda aftur til fedranna land, landið Ísrael.
     Tey seinastu 25 árini hevur Ísrael hjálpt fleiri enn 4000 Bnei Menashi jødum at gera Aliyah: “Vit vóna, at eftir 27 øldir í útlegd kunnu tey 6500, sum eftir eru av Bnei Menash halda páskir næsta ár í jødiska heimlandi teirra” segði Michael Freund.

Kelda: Israel Hoyim

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 31. mars 2025 kl. 19 úti á Fløtum.
12. mars 2025
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022