Ein "ómetaligur ágóði"

Saudiski uttanríkisráðharrin sigur: "Tað hevði verið ein ómetaligur ágóði at fingið viðurskiftini við Ísrael í rættlag". Men hann sigur eisini, at tað er treytað av frambrotum í Ísrael-Palestina friðartingingunum.

13. apríl 2021

Saudiski uttanríkisráðharrin, prins Faisal bin Farhan, sigur, at fáa viðurskiftini í rættlag við Ísrael hevði havt við sær ómetaligan ágóða til økið, men at ein slík semja við kongaríkið er treytað av at framgongd er í friðartingingunum millum Ísrael og Palestina-arabararnar, sigur tíðindastovan AFP.
     Undir "Abraham Semjuni" (Abraham Accords), sum fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump virkaði fyri í fjør, samdust fýra arabisk lond, UAE, Bahrain, Marokko og Sudan at normalisera viðurskiftini við Ísrael.
     Tó so, bin Fahran, legði dent á, at einhvør avtala við Saudi Arabia var treytað av framgongd í friðartingingunum.
“Eg haldi, at tað, at fáa viðurskiftini í rættlag við Ísrael hevði verið ótrúliga gott fyri økið” segði hann við CNN. “Tað hevði verið ótrúliga gott, bæði fíggjarliga, men eisini sosialt og sæð frá einum trygdarsjónarmiði”, legði hann afturat.
     Hesar viðmerkingar samsvara við tað ið aðrir saudiskir embætismenn hava sagt, og alsamt lagt dent á, at landið stuðlar einari avtalu við Ísrael, men at hetta er treytað av einari friðaravtalu við palestinensiskar myndugleikar, sum førir til ein palestinskan stat.
     Tað sigst at Benyamin Netanyahu forseti og saudiski krúnprinsurin Mohammed bin Salman hava hitst í loyndum í november í fjør, har teir hava samráðst um at fáa viðurskiftini landanna millum í rættlag, men at krúnprinsurin tók seg aftur, orsaka av valúrslitinum í USA. Saudi Arabia avsannar annars at teir hava hitst.

Kelda: Arutz Sheva

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022