Sunnudagurin - almennur syrgidagur í Ísrael

Benjamin Netanyahu lýsir nú landasorg eftir vanlukkuna, sum kostaði í minsta lagi 45 mannalív.

02. mai 2021

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, vitjaði staðið, har í minsta lagi 45 fólk mistu lívið fríggjanáttina. (Mynd: GPO).

Eisini eru mong álvarsliga skadd. 

"Vit fara nú undir at kanna vanlukkuna gjølla, í øllum smálutum, fyri at tryggja at ein slíkur sorgarleikur ikki hendir aftur", lovar forsætisráðharrin.

Tíggjutúsundtals menninskju, kanska 100.000, vóru komin saman til Lag BaOmer-haldið í Meron í Norður-Ísrael. Hetta er ein jødisk átrúnaðrlig hátíð, har nakrir ortodoksir jødiskir trúarbólkar brenna bál ella fara pílagrímsferð á grøvina hjá jødiska leiðaranum Bar Yochai frá 2. øld. 
Hetta var eisini fyrsti stóri ísraelski fólkafestivalur eftir Korona-farsóttina.

Men, tað sum var ætlað at verða ein veitsla, endaði sum sorgarleikur. Av tí at ov nógv fólk vóru á staðnum, ella brek var í byggitilfari, ella bæði tvey, hoknaði ein partur av einum palli saman. Nógv komu at liggja undir lofti og veggum sum duttu niður og onnur mistu lívið í øllum ruðuleikanum, sum kom í.

Ísraelskir myndugleikar siga nú, at hendingin skal kannast, men, teir siga eisini, at tað vóru komnar ávaringar um, at  tronga útgongdin, har vanlukkan hendi, var vandamikil.

Kelda:  miff.no  -  Bjarte Bjellås - 30. april 2021

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022