FLØGG Í HÁLVARI STONG Á SYRGIDEGNUM

Formaðurin í Knesset dróg fløggini niður í hálva stong til tess at syrgja tey 45, sum fórust í Meron-sorgarleikinum. Sunnumorgunin dróg eisini Knesset-Verjan tjóðar fløggini, ið veittra á Knesset torginum, niður í hálva stong. Allan dagin hava Knesset limir tendrað minnisljós við inngongdina til Knesset.

03. mai 2021

Formaðurin í Knesset, Yariv Levin, gjørdi av, eftir at hava ráðført seg við sínar fulltrúar, at aðalfundurin í Knesset fór at halda ein syrgi-tingfund mánadagin (3.mai), at minnast tað sum hendi í  Meron í síðstu viku. Tingfundurin fór at vera ein persónligur tingfundur, har allir Knesset limirnir kunnu luttaka og røða.

Fløggini á forsetaborgini veittraðu eisini í hálvari stong.

Sunnudagin boðaði “Institute of Forensic Medicine” í Abu Kabir frá, at teir høvdu eyðmerkt øll tey 45, ið umkomust í Meron vanlukkuni. 44 av offrunum vórðu latin familjunum at jarða; eftir ynski frá familjuni verður tað síðsta latið seinni.

Dr. Chen Kugel, stjóri á Instute for Forensic Medicine segði: “Ein vanlukka so stór sum henda, krevur nógv av starvsfólkunum at vera fyrireikaði. Tørvurin og áheitanin frá familjunum um at gera skjótt av var skiljandi og vit gingu teimum á møti, men vit slakaðu ikki í mannagongdini. Eg ynski at sýna mína samkenslu til allar familjunar” segði Chen Kugel.

 

Kelda:  Israelnews

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022