ÍSRAEL SENDIR KORONA NEYÐHJÁLP TIL INDIA
Ísraelska uttanríkisráðið upplýsir, at neyðhjálp, ið umfatar túsundtals bólka- og einstaklinga súrevnisútgerð, andingartól, heilivág og aðra medesinsk útgerð, verður send loftvegis til India í hesum døgum.
Til tess at basa heimsins størsta Koronaóløgi fer Ísrael at senda alneyðuga súrevnisútgerð til India týsdagin (4.5.21), upplýsti uttanríkisráðið.
Uttanríkisráðið segði mánadagin, at fleiri flogfør fóru at flyta nevndu neyðútgerð til India í vikuni.
“Okkara hjálpandi hond er ein staðfesting av góða vinalagnum landanna millum”, segði uttanríkisráðharrin Gabi Ashkenazi.
Seinastu árini hava tjóðirnar havt eitt hjartaligt vinalag sínámillum, har eisini Benjamin Netanyahu og Narendra Modi eru persónligir vinir.
Nú Indiska heilsuverkið er um at hokna undir teimum mongu Koronatilburðunum og sjúkrahúsunum tørva sengur og súrevni, er hjálp úr nógvum londum komin til India.
Tá ið Koronasóttin tók seg upp, drálaði heimsins størsta fólkaræði, India, ikki við at senda Jødiska statinum 5 tons av heilivági og hydroxychloroquine – (sum tá varð roknað við at kunna hjálpa) - hóast India hevur strangar avmarkingar fyri útflutningi av medesini.
Ísrael hevur nú møguleikan, at sýna India vælvild, nú tað sær út til, at Ísrael - innanfyri landamørk síni - hevur bast Koronasmittuni, nú meira enn helmingurin av íbúgvunum er koppsettur.
Kelda: Ynet News