Naftali Bennett

Naftali Bennett úr høgraflokkinum Yamina fer í eina savningarstjórn saman við andstøðuleiðaranum Yair Lapid úr miðflokkinum Yesh Atid.

Harvið tykist tíðin hjá Benjamin Netanyahu við valdið at fána, skriva fleiri altjóða miðlar.

31. mai 2021

Myndin:  Yair Lapid (vinstrumegin) úr flokkinum Yesh Atid (Tað er Framtíð) vil skipa stjórn aman við Naftali Bennet (í miðuni) úr høgravenda og religiøsa flokkinum Yamina (rætt). Foto: Gil Cohen-Magen, Menahem Kahana,/Ritzau Scanpix

– Eg fari at gera alt fyri at skipa eina tjóðaskaparliga savningarstjórn saman við vini mínum Yair Lapid, sigur Bennett sambært tíðindastovuni AFP í dag á tíðindafundi í Jerusalem.

Fleiri flokkar kunnu fara saman í samgonguna. Teir eru ógvuliga ymiskir, men hava tað í felag, at teir vilja sleppa av við Netanyahu.

Yair Lapid hevur freist til mikudagin at skipa eina sjtórn og sleppa undan enn einum vali.

– Tað er annaðhvørt eitt fimta val ella ein savningarstjórn, sigur Bennett sambært ísraelska blaðnum Haaretz.

– Og tað veit Netanyahy væl, leggur hann afturat.

Naftali Bennett og flokkur hansara hava seks av teimum 120 sessunum í ísraelska tjóðartinginum, Knesset. Tað er nóg mikið til at verða tungan á vágskálini.

Flokkurin hjá Lapid fekk 17 umboð og er harvið næststørsti flokkur eftir Likud-flokkin hjá Netanyahu.

Tað skulu 61 sessir til fyri at hava meirilutan í Knesset.

Yair Lapid skal hava boðið Bennett at býta valdið. Hann fer at lata høgrapolitikarar hava valdið fyrra partin av skeiðnum, og verður so sjálvur forsætisráðharri seinna partin av valskeiðnum.

Sambært ísraelskum miðlum kann fáa fleiri smáar flokkar við í samgonguna.

Hann hevur longu gjørt avtalur við Arbeiðaraflokkin, borgarrætindaflokkin Meretz og tjóðskaparliga Ísrael Er Heim Okkara, sum hevur fyrrverandi uttanríkisráðharran Avigdor Lieberman sum formann.

Í dag skuldi Lapid halda fram við samráðingunum við miðhøgraflokkin Nýggj Vón hjá Gideon Saar, sum fyrrverandi samstarvsfelagi hjá Netanyahu.

Eygleiðarar lýsa møguligu samgonguna sum tað nærmasta, Ísrael hevur verið upp á eina stjórn uttan Netanyahu, í tey 12 árini, hann hevur havt valdið.

Um Lapid kann skipa eina breiða samgongu av flokkum frá høgru, vinstru og miðuni, fer tað at geva Netanyahu fyrsta ósigur síðani 1999.

Í eini viðmerking í kvøld sigur Netanyahu, at ein Lapid-Bennett-stjórn fer at gera Ísrael veikari og vera ein vandi fyri landsins trygd.

Hann heldur fast við, sambært tíðindastovuni Reuters, at tað enn er gjørligt at skipa eina høgrastjórn – sjálvt um Bennett nú hevur vent honum bakið.

Sambært Netanyahu hevur Bennet gjørt »aldarinnar svik« við at renna frá lyftinum um ikki at fara í stjórn við Lapid.

Miðlarnir hava doypt samgonguna, sum Lapid roynir at skipa ímóti Netanyahy, fyri »broytingarblokkurin«.

Tað eru tó enn fleiri súður, sum skulu syftast, áðrenn samgongan er veruleiki.

Millum annað tørvar samgonguni stuðul frá arabisk-palestinskum politikarum, sum kanska ikki taka undir við skránni hjá Bennett, sum millum annað snýr seg um at víðka umstríddu ísraelsku búsetingarnar, skrivar Reuters.

Ein kelda í Palestinska Frælsisfrontinum, (PLO) sigur, at tann stjórnin, sum er á skránni nú, fer at vera »sera høgrasinnað« og ikki øðrvísi enn tær stjórnir, sum netanyahy hevur staðið á odda fyri.

Seinastu tvey árini hava tey havt val fýra ferðir í Ísrael, men uttan at kunna skipa nakra burðardygga stjórn.

Likud-flokkurin hjá Netanyahu gjørdist størsti flokkur á seinsta vali í mars, har tann royndi forsætisráðharrin var í miðdeplinum – serliga fyri ákærur um mutur, sum eru settar ímóti honum.

/ritzau/

Kelda: in.fo  Eirikur Lindenskov

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022